Sjá video niðanfyri:
JáH (y) 14.07.2017
Niðanfyri er ein stuttfilmur, sum Visiual Capitalist stendur afturfyri, ið vísur tær, hvussu amerikanski Forsetin, Donald J. Trump endaði við at vera so ríkur, sum hann nú einaferð er. Sjá video niðanfyri: JáH (y) 14.07.2017 Spurdir á veg inn í hansara flúgvara, um Forsetin úr Amerika fór at bjóða russiska Forsetan, Vladimir Putin eitt prát, svaraði amerikanski Forsetin Donald J. Trump: - Eg haldi ikki, at tað er tað rætta tíðspunkti beint nú. Men svarið er ja! Spuringin fekk amerikanski Forsetin settan, tí nú er tað komið framm, at sonur hansara hevur havt samband við russisk fólk, sum saktans hava kunna ávirka tað amerikanska valið, sum varð síðsta ár. Fregnartænastan hjá Senatinum úr Amerika váttaði eisini ígjár, at teir hava biðið um øll dokumentini hjá Donald Trump (junior) og roknast kann við, at hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri bæði sonin og pápa hansara, um so er, at prógvast kann at hetta veruliga hevur ávirka valið ífjør. JáH (y) 14.07.2017 Í vikuni fór Annbjørg á Høvdanum annan túrin við línubátinum Jákup B til Grønlands, har endamálið er at savna inn tilfar um arbeiðsumhvørvið umborð. Hetta er liður í ph.d.-verkætlan hennara um møði hjá føroyskum fiskimonnum, sum er m.a. stuðlað úr Granskingargrunninum. Evnini, sum hugt verður eftir, eru millum annað svøvnur, arbeiðsuppgávur og arbeiðsumstøður. Endmálið er at kanna, hvussu troytteiki, ið stenst av arbeiðinum ávirkar andsevni, sum minni og árvakni. Ph.d.-verkætlanin fór í gongd í november 2016 og tekur trý ár. Annbjørg á Høvdanum arbeiðir í verkætlanarskeiðnum á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og er innskrivað til ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum. Vegleiðarar eru Pál Weihe, Wessel van Leeuveen og Fróði Debes. Annbjørg hevur frammanundan hesi verkætlanini arbeitt við evninum í eini undanverkætlan, sum m.a. varð fíggjað av Sjúkrakassagrunninum. Kunnig um hesa verkætlanina sæst her Myndir frá fyrra túrinum, sum var frá 29. mai til 15. juni, kunnnu síggjast á hennara Facebook vanga her JáH (y) 09.07.2017 Kelda: gransking.fo Svenski sjónleikarin Michael Nyqvist, sum vit best kenna frá filmunum 'Luftkastellet der blev sprængt', 'Pigen der legede med ilden' og 'Mænd der hader kvinder' doyði av krabba í lunganum. Hann bleiv einans 56 ára gamal. Sjálvur vildi hann ikki standa alment framm og fortelja frá, at hann varð deyðasjúkir og eftir at hann doyði (doyði 27. juni, eftir at hava bart við sjúkuni í eini tíð), so vil familjan hjá honum somuleiðis hava frið at syrgja yvir honum og fáa frið frá fjølmiðlunum. Michael Nyqvist fer til jarðar um góðar tvær vikur í Katarinu Kirkjuni, sum er í Stockholm, veit Aftonbladet at siga frá. JáH (y) 08.07.2017 The master of diaster, Mr. Paul Watson has posted yet another story about the Whaleharvest (from Fox News. Read article HERE) in the Faroe Islands - but this time, people are starting to ask questions - like this woman: Corporate Fox News is now cozy in bed with the violent environmental Crusader (and international fugitive from the law!) Paul Watson, the rogue Greenpeacer who founded Sea Shepherd. And I can't help but marvel... What's the problem here, boys? Is it... that the Faroese Islanders have been hunting in the same way for at least 1200 years.... that no global corporate power has any control over what they do and how they do it... that the men who participate all get equal shares to take home to their families, without any money changing hands... Or, is it perhaps, the fear that the American consumer might get curious, start doing their own nutritional research and find out that the only two macronutrients the human body needs to thrive are animal fat and animal protein? That could pull the 'ducking' rug out from under your sponsors in grain-based food manufacturing and, ultimately, the pharmaceutical industry as well, couldn't it ? Shame on you, Mr James. and on you, Fox News corporation, for bullying a small, insular community with no political or economic power in the world. This is dishonorable. There exists no power acknowledged by the dominant culture that will ever hold you accountable for this violation of the ancient spirit of justice, and that's exactly why you imagine you can use your considerable influence in the mainstream media to abuse the powerless, isn't it? But there are forces that you neither acknowledge or understand, and you WILL now face the spiritual consequences that you have unleashed against yourselves. And this man is writing comments on the same article: Since the Pilot whales are not endangered by the hunt and death is quick. The hunt is acceptable albeit bloody. Any slaughtering of animals leaves a large amount of blood and it's never a pretty sight If God wanted humans to eat only vegetables, our teeth would be like a cow for chewing and animal meat would taste bad in our mouths. And plenty of other people are writing against Sea Shepherd. They are starting to see the truth about Whaleharvesting in the Faroe Islands. If you are curious - then read more about in www.whaling.fo and see the truth for yourself. JáH (junior) 02.07.2017 (JáH,y) Fleiri og fleiri video'ir hópa seg upp á Youtube og ikki kann ein fáa tíð, at hyggja eftir teim øllum. Tískil hava vit á Norðoya Portali gjørt okkum dælt av hesum og funnið ymiskar dokumentarir, sum vit vænta, at tit fara at halda vera áhugaverdar. Fyrsti dokumentarurin av Youtube er um Charles Manson og hevur tú ikki hoyrt um hann, so er tað møguleiki fyri tí niðanfyri: Sjálvt um fleiri fólk rundanum Forsetan ivaleyst krympa tær, tá ið Donald J. Trump hugnar sær á Twitter, so sær tað ikki út til, at Forsetin ætlar at lata vera við at brúka Twitter, har hann kann tveita sína persónliga meining framm. Leygardagin skrivaði amerikanski Forsetin soleiðis á Twitter: - Mítt brúk av tí sosiala media er ikki forsetaligt - tað er modernaða forsetaligt. Eisini hevur Forsetin brúkt sera nógva tíð og orku, at langa eftir teim amerikonsku fjølmiðlunum og tað í sær sjálvum skapar mikla øsing, sum kanska kundi verið óneyðug - um Forsetin gavst við at skriva á Twitter og heldur røkti sítt starv sum máttmiklasta maður í heiminum. JáH (y) 02.07.2017 |
Arkiv
April 2019
|