Vónandi fara tit at elska henda lítla film, sum eg havi gjørt. Sjá filmin niðanfyri:
JáH (y) 18.04.2016
Ein barnasøga, sum eg havi teknað, sett saman og gjørt til ein lítlan film, sum saktans kann vísast til børn í øllum aldri. Vónandi fara tit at elska henda lítla film, sum eg havi gjørt. Sjá filmin niðanfyri: JáH (y) 18.04.2016 Tá ið eg giftist tann 03.08.2013, so varð tað í Fuglafjarða Kirkju og tá hevði eg valt mær mín lívs maka. Vit søgdu bæði ja, og fingu vælsignilsi av presti. Og so vóru vit maður og kvinna. Men tað er nú ikki júst so einfalt og heldur ikki nakað, sum tey Samkyndu hava spurt um. Nevniliga at sleppa at vera vígd í einari kirkju í Føroyum. Tey vilja einans sleppa at giftast, so at tey fáa somu rættindi, sum eg so mangan, taki fyri givið. Og so spyrja tey ikki eingong um at sleppa at vera vígd í einari kirkju - men heldur um at vera Borgarliga Vígd, tí tey vita sum er, at tey sleppa nokk ongatíð í Føroyum, fáa sama upplivilsi, sum eg fekk tann 03.08.2013 og vera vígd í einari kirkju. Tí kann tað eisini vera ein sera stórir biti hjá mær at svølgja, tá ið eg hoyri onnur fortelja frá, at Tey Samkyndu als ikki skula fáa somu rættindi sum eg havi fingið fyri onki. Tað burdi ikki verið (men tað er) ein trupuleiki, at eitt Samkynt Par fekk loyvi at koyra ein ringur á fingurin, well ..? Í mínari verð, so skuldu Tey Samkyndu sjálvandi fingið møguleikan at gift seg og enn eina ferð, skal eg sláa fast, at tey vilja ikki eingong giftast í einari Kirkju - men einans hava somu rættindi sum eg og fáa ein ringur um fingurin. So er tað kanska orðið Hjúnarbands-lógin, sum skilur okkum at ..? Tí eitt hjúnarband er bert ímillum manni og kvinnu, right ..? Nei, soleiðis er tað heldur ikki skrúva saman, folkens - tí soleiðis verður skriva um Hjúnaband: hjúnalag, gifta, ganga saman í hjúnaband el. knýta hjúnaband giftast; standa í hjúnabandi vera giftur osv. Ergo so merkir Hjúnaband, at ein er giftur og tað stendur ikki víðari (enn í Bíblini) at tað SKAL vera ímillum mann og kvinnu. Um vit hyggja vekk frá Bíbliuni eina løtu, so merkir tað ikki at pør sum ikki eru gift eru í Hjúnabandi - men hinvegin, so merkir tað at Pør sum ERU gift, eru í Hjúnabandi. Og tí kundi heilt stutt & greitt verið skrivað: Hjúnaband = Gift/ur, isje sannheit ..? Kanska er tað bert tað bleyta í mær, sum skipar til, at eg meti, at vit ØLL eiga somu rættindi her í Føroyum - ella er tað kanska rættvísi mær leingist eftir ..? Í øllum førum, so haldi eg (og hetta er MÍN meining) at Samkynd eiga & skula fáa møguleikan at vera Borgarliga Vígd í Føroyum. JáH (y) 17.04.2016 Samgongan í tvíningum og Kirkjan sigur: Korta NEI !!! Samgongan er í tvíningum, kunna vit vælsaktans siga av hesum málið og fleiri í Samgonguni, sum vóru so rúkandi einig í, at samkynd skuldu sleppa fáa Borgarligu Vígslu - hava nú drigið í land. Spurningurin hevur nú flutt seg soleiðis, at tey Samkyndu nú skula giftast í kirkjuni og ikki vera Borgarliga Vígd, sum talað annars varð um áðrenn. Hví er hetta ein so innviklaður spurningur ..? Og fer at henda, um nú hetta mál ikki røkkir longur enn hvat tað hevur gjørt ..? Eitt er so púra greitt og tað er, at kemur málið ikki ígjøgnum hesaferð hjá Samgonguni, so kann roknast við, at samkynd ongantíð sleppa at gifta seg í Føroyum. Tað Andaliga hevur ORÐIÐ: Jógvan Fríðriksson, biskupur hevur meldað út, at kirkjan ikki fer at standa inn fyri, at samkynd vera vígd í kirkjuni. Sjá svar frá Biskupi HER og kjak á KVF HER. Og tað er ikki bert Samgongan sum stendur til at bresta, tí sambart formanninum, Símun P. Jacobsen í Kirkjuligu Heimamissiónini, so skal heldur ikki nógv til, at korthúsið hjá kirkjuni eisini dettur niður. - Taka vit bara hendan síðsta mánaðan, so er tann grønlendska og norska fólkakirkjan eisini falnar. Tað er sum um at tann føroyska fólkakirkjan er tann síðsti brikkurin sum stendur og vaklar, segði Símun P. Jacobsen í sendingina Surk í Kringvarpinum í gjár. Les meira HER. Men varð tað nú upprunaliga Kirkjan, sum skuldi víga tey Samkyndu ..? Hví hevur málið flutt seg somikið nógv, at tað nú er enda í hendrunum prestum og biskupi ..? Kanska varð tað bara Heðin, sum trekti í land ?!? Okkurt skal barnið eita - og hví ikki bara tveita skyldina inn á Løgtingslimin og Borgarstjóran Heðin Mortense, sum undir 2. viðgerð av málinum - heldur vildi hava tað soleiðis, at orðingini hjá kvinnunum, sum upprunaliga høvdu við sær á Ting, at tann orðingi varð eitt sindur øðrvísi, so at Samkynd ikki sluppu at gifta seg í Kirkjuni. Síðani hava fleiri og fleiri sett spurningartekin við grein 14, stk. 2 - sum kann ljóða soleiðis, at Kirkjan verður noydd at gifta Samkynd, um tey vera spurd til tess. Men er tað veruliga so einfalt, at ein einkultir Tinglimur skal fáa skyldina yvir, at 2. viðgerð fekk tann enda, sum hon nú einaferð fekk ..? Ella liggur hetta uppskot ikki undir øðrum hørðum trýsti ..? Og nú hevur Sambandsflokkurin lagt upp eitt uppskot, sum vil hava eina serlóg fyri tey samkyndu: - Neyðugt er eisini at virða tey, ið ikki vilja broyta hjúnabandslógina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen frá samdandsflokkinum Sambandsflokkurin ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið, so samkynd kunnu ganga saman í skrásett parlag. Á tann hátt ber til at sleppa undan broytingum í hjúnabandslógini, sum harður orðadráttur hevur verið um. LGBT hevur víst aftur uppskotinum um at gera serlóg fyri samkynd. Trupult at fáa uppskotið fyri løgtingið Tað hevur ikki eydnast Sambandsflokkinum at fáa neyðugu undirtøkuna fyri at leggja uppskotið fram. Freistin at leggja uppskot fyri tingið í hesi tingsetuni var úti 7. mars, og tí skulu 17 undirskriftir til fyri at uppskotið kann vera lagt fram, eftir at freistin er farin. Andstøðan telur bara 16 tingfólk, men eingin í samgonguni hevur higartil skrivað undir, og tí vantar framvegis ein undirskrift í, áðrenn uppskotið kann verða lagt fyri tingið. Eg kann kanska enda hesa grein við, at eg slett ikki skilji hví málið hevur fingið slíka vend. Mær vitandi, so varð tað meiningin, at tey Samkyndu slett ikki vildu giftast í Kirkjuni, men einans kravdi at fáa somu rættindi sum vit onnur og harvið møguleikan at blíva gift og í hesum førið vildu tey also vera Borgarliga Vígd og als ikki gift í einari kirkju. Kanska tað varð orðingin Hjúnarbands-lógin, sum fekk pissi í kók hjá flest føroyingum, men tað hevur so í hvørtfall fingið eina heilt ávorliga skeiva vend. JáH (y) 17.04.2016 Leiðarin úr Norður-Korea, Kim Jong Un blívur við at skjóta rakettir upp og aftur í dag hevur Kimmurin skotið eina rakett upp, sum tó miseydnaðist. FN fordømir hansara handling og onnur lond vilja ikki tað, at Norður-Korea skal blíva við at útvikla seg innan rakettteknologi. Men tað skítur Kimmurin á - og miseydnaða rakettin, sum skotið bleiv upp í dag - varð tí, at ævigi forsetin Kim Il-sung hevði føðingardag. Kim hevur eisini boða frá, at fyrsta land, sum leggur á Norður-Korea fær eina atom-bumbu sendandi á teirra land. Og tískil so eru lond sera varin við at leypa á Norður-Korea, tí tey vita milt sagt ikki - hvat Kimmurin kann finna uppá. JáH (y) 16.04.2016 Herurin úr Afganistan veit at siga frá, at limir úr Taliban byrjaðu at leypa á teirra trygdarlið tíðliga fríggjamorgun. Skotbardagin í Kunduz hevur verið villur, tí 50 limur úr Taliban hava latið lív, ímeðan herurin "einans" misti 6 menn úr trygdarliðnum og 6 fingu skaða. Hinvegin so hava yvir 60 limir úr Taliban eisini fingið skaða, sjálvt um at tað varð Taliban, sum leyp á herin. Herurin úr Afganistan hevur verið til reiðar, tí leiðarnir úr Taliban eru fyrr komnir við hóttarnir um, at teir hava planir um at leggja á teir. Skotbardagin í Kunduz, Afganistan er annars ikki av enn, veit NTB at siga frá. JáH (y) 16.04.2016 Nógv vitjaði Portalurin (www.portal.fo) riggaði ikki í eina góða løtu ígjár, men tað varð ikki vegna umleggingar, sum onkur fortaldi okkum frá, men hinvegin so varð tað vegna tekniskar trupuleikar, at Portalurin ikki riggaði. Sverri Eghold frá Portalinum skrivaði soleiðis á okkara vanga ígjár: "Tað vóru ikki tekniskar umleggingar, sum høvdu við sær, at Portalurin ikki riggaði í kvøld. Hinvegin vóru tekniskir trupulleikar og teir tóktust ongan enda at fáa. Nú koyrir aftur, tíbetur. Teknisku umleggingarnar eru fluttar fram til náttina til sunnudag." So skuldi tað verið uppá pláss, folkens og sum sagt, so fara teir at arbeiða uppá Portalin og tá fer Portalurin nokk at liggja stillur í eina stund ella tvær. JáH (y) 16.04.2016 Kl. 20:46: Heimasíðan Portalurin riggar ikki í løtuni og spurningurin er um, Portalurin hevur tekniskar trupuleikar ella um Portalurin enn eina ferð er blivin hackaður. Portalurin www.portal.fo man vera ein tann mest vitjaði portalurin í Føroyum og tískil er tað sera óheppi, at portalurin ikki riggar, sum hann skal í tí allerbestu senditíð - nevniliga aftaná Gekkin, sum teir hava verið so drúgvir at skrivað um. JáH (y) 15.04.2016 Gekkaspælið hjá KVF sáð út til ongan enda at fáa og nú varð Gekkurin komin uppá 2,4 milliónir. Petur Hansen úr Kvívík fekk fulla plátu og valdi at koyra pengarnir í tann Gula leypin, og endaði á 10.000 x 10, sum gav 100.000,00 kr - men hann valdi at fara víðari og endaði næstu ferð hann á tí Gula Gekkinum og endaði við at vera ein milliónær. Næstu ferð verður tað so tann vanligi Gekkurin aftur - og er á 100.000,00 kr. JáH (y) 15.04.2016 |
Arkiv
April 2019
|