Hetta er so fyrsta ordiliga roynd við tí - og fara tað tað at vera fleiri í talið í nærmastu framtíð.
JáH (y) 25.01.2018
Sum nakað nýtt á Norðoya Portali, so fara vit at gera video'ir til tíðindir, sokallaðar tíðindastubbar, sum koma at vara á leið í 2 minuttir og síðan leggja teir á Youtube. Hetta er so fyrsta ordiliga roynd við tí - og fara tað tað at vera fleiri í talið í nærmastu framtíð. JáH (y) 25.01.2018 Í samband við Norðurljós hava 16 av okkara fremstu listafólkum latið verk at selja á uppboðssølu til frama fyri Mentanarhúsið leygardagin 27. januar kl. 14. Innkomni peningurin fyri verkini fer til verkætlanina Mentanarhúsið, og soleiðis eru listafólk og keyparar saman um at stuðla mentanarlívinum í býnum. Millum tey, sum hava latið list til uppboðssøluna eru eitt nú Archibald Black, sum eisini er formaður í Áhugafelagnum Nólsoyar Páll, sum er millum stigtakararnar til Listavirðisløn Nólsoyar Páls og Edward Fuglø, sum í 2014 fekk Listavirðislønina, sum nú leygarkvøldið verður latin á fjórða sinni. Harumframt eru fleiri onnur listafólk av ovastu hyll eisini við í uppboðssøluni. Les meira HER JáH (y) 24.01.2018 Kelda: Klaksvíkar Kommuna Fleiri og fleiri rokna við at Robert Mueller III fer at finna bevísir uppá embætismisbrot framt av Forsetanum Donald J. Trump, sum kunna vera somikið álvarsom, at hann missur sessin sum Forseti fyri Amerika. Allan J. Lichtman sum hevur skrivað bókina Sakin fyri Embætismisbrot - heldur at tað kann vera ógvuliga sannlíkt, at embætismisbrot verður kært ímóti Donald J. Trump næstum, tí granskarin Robert Mueller er ikki ein, sum gevst bara soleiðis og úrslitini fara at vera sjokkerandi fyri tann vanliga ameriku mannin. Nær granskingin hjá Mueller verður liðug - er tó ein heilt annar spurningur. JáH (y) 23.01.2018 Sjónleikarin Gerard Butler varð í eini sending, sum verður kallað: Watch what happens next with Any Cohen - har hann bleiv spurdir: - Hvør mussar betri - Angelina Jolie ella Jennifer Aniston ..? - Jennifer Aniston, varð Butler skjótur at svara aftur, sum hevur mussa báðar tvær í filmum. Hetta er kanska ein spurningur, sum mong hava vilja spurt Brad Pitt, sum giftur varð í 5 ár við Jennifer Aniston - fyri at enda saman við Angelina Jolie, sum hann eigur 6 børn saman við. Og nú vita tit so svarið ..! Og tó - kann vera, at Brad Pitt heldur okkurt annað enn Gerard Buter ..! JáH (y) 21.01.2018 Bill Gates lovaði fyri einari tíð síðani, at um Nigeria megnaði at koppseta 80 % av teim mest útsettu støðunum í Nigeria fyri polio, so skuldi hann gjalda írestandi skuld landið hevði. Tað megnaði Nigeria at gera og Bill Gates mátti av við 462 milliónir krónir, sum hann annars gleðiliga vil av við. Men at gjalda 462 milliónir er piparnøtir hjá einum slíkum manni sum Bill Gates, sum er góður fyri 560 milliardir krónir. Kanska vit í Føroyum burdi havt ein vin sum hann ..? JáH (y) 20.01.2018 Twitter fer í næstum, at ávara allar sínar brúkarar í Amerika um russiskt propaganda, sum blivu útsettir fyri tí undan Forsetavalinum í 2016. Áleið 677.775 brúkarar av Twitter úr Amerika vera nú kannaðir av Internet Research Agency, so at teir ikki vera útsettir fyri falskari infomatión í framtíðini. JáH (y) 20.01.2018 Løgtingið 18.01.2018 Á tingfundi í dag verða trý lógaruppskot viðgjørd, sum fara at bøta munandi um bústaðarviðurskiftini hjá fólki við serligum avbjóðingum. Talan er um 1 viðgerð av:
Lógaruppskotini er ein liður í samlaðu løguætlanini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum í tíðarskeiðinum 2017 til 2022, sum skal fáa til vega betri og tíðarhóskandi bústaðarkarmar í Suðurstreymi. Landsstýrið hevur í tíðarskeiðinum sett 200 mió. kr. av í løguætlanini til endamálið. Gongd er sett á fyrireikingarnar og eru bygginevndir settar til at lata landsstýriskvinnuni byggiskrá til byggiætlanirnar, sum er fyrsta stig á leiðini. Verða lógaruppskotini samtykt, verða verkætlanirnar eftir ætlan lidnar í 2023. Tann fyrsta, búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu, verður væntandi klár í 2021. JáH (y) 19.01.2018 18 ára gamla Nicole (hennara kunstara navn) úr Italia hevur gjørt av, at selja sín moydóm til tann sum bjóðar hægst uppá hana. Hon sigur í einari samrøðu á Instagram, at hon ger hetta fyri foreldrini hjá sær, so at hon kann keypa teimum eini hús. Og hon vónar foreldur hennara ikki finna útav hesum. Eisini roknar Nicole við, at tann sum fer at bjóða uppá hana og gjalda so nógv fyri at hava sex við henni - sikkurt fer at vera ein fittur maður - tí hvør maður fer at gjalda so nógv og ikki vera fittur ..? Ak ja, segði nakar Harvey Weinstein ..? Størsta boðið uppá Nicole er annars komi uppá góðar 7 milliónir kr higartil. JáH (y) 18.01.2018 Forsetin úr Amerika, Donald J. Trump segði fyri einari tíð síðani, at hann fór at heiðra Fake News fjølmiðlar kring Amerika og CNN vann 4 av 11 prísunum, sum hann júst hevur almannakunngjørt á Twitter og á heimasíðuni hjá Republikanska flokkinum. Sjá vinnarin/taparnir av Fake News prísum HER Forsetin úr Amerika hevur verið undir sera nógvum kritikki síðan hann hevur verið Forsetin í eitt gott ár - og hann hevur eisini svara fjølmiðlunum aftur uppá sín egna máta. Granskingin um Valsvik í 2016 hevur enn sína gongd av Robert Mueller og kemur tíðin at vísa, um russar hjálptu Trump at vinna valið. Men vera ongin bevís funnin - so stendur amerikanski Forsetin sterkur í sínum útsøgnum av Fake News Media. JáH (y) 18.01.2018 Kringvarpið sleppur ikki at søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara fyrr enn kæran hjá Liljuni Weihe av uppsøgnini er avgreidd. Mentamálaráðið tikið avgerð um at kæran hjá Liljuni Weihe skal hava steðgandi virkna. Tað merkir at kringvarpið hvørki kann lýsa eftir ella seta ein nýggja tíðindaleiðara meðan málið hjá Liljuni Weihe koyrir. Liljan Weihe fekk uppsagnarskriv tann 21. december og kærdi uppsøgnina tann 3. januar. Tann 28. sendi sakførarin hjá fyrrverandi tíðindaleiðaranum eina umbøn til mentamálaráðið um at kæran skuldi fáa steðgandi virknað, so kringvarpið ikki kundi seta ein nýggja tíðindaleiðara, áðrenn málið er avgreitt. Les meira HER JáH (y) 16.01.2018 Kelda: KVF |
Arkiv
April 2019
|