Barna- og ungdómsdeildin B5 á Landssjúkrahúsinum fær
kr. 15.000.
Sjúklingahotellið Tórshavn skrivar:
"Vit takka stórliga fyri hesa gávuna og verður peningurin brúktur til at hugna mest møguligt um sjúklingar og avvarðandi, ið eru stødd á sjúklingahotellinum á jólum."
Barnadeildiná Landssjúkrahúsinum skrivar:
"Stóra takk til Betri Stuðul
Jólahøgtíðin er serliga týdningarmikil og serstøk fyri børn; flestu familjur hava siðvenjur á jólum og børnunum dáma, at jólini eru, sum tey plaga at vera heima. Tey gleða seg serliga til jólaaftan.
B5 er Barna- og ungdómsdeild á Landssjúkrahúsinum, har er opið alt døgnið alt árið - eisini á jólum. Starvsfólkið roynir at gera tað hugnaligt og heimligt fyri tey, sum noyðast at vera innløgd á deildini á jólum vegna sjúku og viðgerð. Tí eru vit sera takksom fyri peningagávuna á 15.000 kr. frá Betri stuðul til hesi jólini 2017. Tað kann vera við til, at jólini á sjúkrahúsi kunnu gerast góð, hóast sjúku.
Ætlanin er m.a. at tey innløgdu kunnu fáa eina betri gávu og samstundis ynskja vit at nýta stuðulin til at keypa ein góðan kikara. Útsýnið yvir Nólsoyarfjørð er sera gott frá vindeyganum, og tað kann vera stuttligt at síggja skipini koma og fara, onkuntíð er grind, og í løtuni fer nógv virksemi fram í mun til, at nýtt sjúkrahús verður bygt."
Kelda: www.betri.fo
SáH