1. Hvønn flokk heldur tú, at Jesus hevði valt ?!?
2. Sleppur nakar giftur samkyndir í Miðflokkin ?!?
3. Hevur tú nakratíð roykt eina feita ?!?
4. Um tú skuldi givið Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum 1 til 10 - hvat hevði tú givið henni ?!?
5. Kanst tú fortelja eina skitna joke ?!?
6. Varð tú til Summarfestivalin síðsta ár og head-bangaði til Twisted Sister ?!?
7. Hatar Guð politikk ?!? Og um ikki - hví hatar Guð ikki politikk ?!?
8. Heldur tú, at strip-tease burdi verið loyvið í Føroyum ?!?
9. Um tú ikki hevði valt Miðflokkin - hvønn flokk hevði tú tá valt ?!? Come on, be honest ..!
10. Keypti tú nakratíð Ð blaðið ella Totalt Langt Úti teknirøðina, tá tað á sinni kom út ?!? Um ikki - hvat er so tað frekasta blaðið, sum tú nakrantíð hevur keypt ?!?
Hetta eru so spurningarnir, sum vit hava sent Jenis av Rana - og spurningurin er so - um vit fáa svar. Vit bíða spentir !!!
JáH (y) 04.02.2015