Kl. 00:20 framføra íslendsku Agent Fresco á Spæliplássinum við eini áhugaverdari tónlistablanding av poppi, alternativum, art, metal og sonevndum math/rokni-rokki.
Kl. 02:15 framføra føroysku Janus & Uni í Fjósinum við fangandi fólksligum blústónum.
Kl. 02:45 fara bretsku Dub Phizix & Strategy sum síðsta høvuðsnavn at skelva Gøtusand út á náttina. Teir eru høvdini handan nýggjan stíl innan D'n'B, ið smeltar ávirkanir úr øllum heiminum saman, og hvat stíli viðvíkur halda teir seg ikki til kendar frymlar.
Teirra eyðkenda ljóð ræður yvir Drum and Bass verðini og strekkir samstundis sínar springandi rútmur longur út á elektroniska tónleikapallin.
So kom og ringið eina G!óðanátt inn á einum óG!loymandi G! festivali!
JáH (y) 16.07.2016
Kelda: G! Festivalurin