Gittartingið byrjaði í Spaniastovu fríggjadagin, tá ið Signhild V. Johannesen, virkandi borgarstjóri og forkvinna í mentanarnevndini bjóðaði vælkomin til Klaksvíkar. Síðan setti Rigmor Dam, mentamálaráðharri tingið.
Á skránni var millum annað framsýning við nýggjum og gomlum Høfner gittarum og fyrilestur. Harafturat vitjaði Sissel Guttormsen, stjóri í Rockheim, sum er víðagitið rokksavn í okkara norska vinarbýi Tróndheim, og leygarkvøldið var trubadurkonsert, har lutakast eisini var um ein Høfner gittara.
Niðanfyri eru myndir frá gittartinginum, og vit endurgeva eisini vælkomu-røðuna hjá Signhild V. Johannesen, virkandi borgarstjóra og forkvinnu í mentanarnevndini.
"Góðan dag, øll somul
Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar
Føroya fyrsta gittarting, sum vit seta hol á um eina løtu, staðfestir nakað, sum nógv kanska leingi hava vitað.
Nevniliga, at Klaksvík er rokkhøvuðsstaður í Føroyum.
Vit hava altíð kallað okkum fiskivinnuhøvuðsstað, og burturúr tí hava vit bæði fingið ríkidømi, vælferð, mentanarlig tiltøk og standmyndina av Húkinum í Borðoyavík.
Men í dag átaka vit okkum enn ein leiklut.
Vit eru rokkhøvuðsstaður.
***
Rokksøgan í Klaksvík hevur nógvar hetjur.
Gjøgnum seinastu mongu áratíggjuni hava einstaklingar og bólkar í hópatali givið okkum útgávur og hitt í hópatali, sum tilsamans hava verið við til at menna okkara mentanarliga samleika.
Allir okkara mongu úrmælingar - frá Jógvan Gerðalíð og Jørgin Dahl, til Frændur og Danny and the Veetos - hava verið, og eru framvegis, týðandi partar av føroysku tónleikasøguni.
Tí er tað eisini upplagt, at Føroya fyrsta gittarting verður hildið her í býnum.
***
Eins og húkurin er eitt sentralt amboð, tá vit fáast við fisk, so er gittarin sentralur í flestu fólksligu tónleikasjangrum.
Hann er populerur og skiftiligur.
Tey flestu kunnu læra at brúka hann, men bert fá gerast úrmælingar.
Hann er inniligur og rørandi við hvørt, og harðligur og intensur við hvørt.
Hann kann bera framførslur og útgávur sum einasta ljóðføri, men hann kann eisini vera stuðlandi og sambindandi.
Sjálvt um eg ikki sjálv eri gittaristur, so dugi eg at staðfesta, hvussu serligt tilknýtið kann vera millum ein tónleikara og hansara ljóðføri.
Søgan um gittaran “Red Special” er eitt gott dømi um hetta.
Queen-gittaristurin Brian May evnaði saman við pápa sínum gittaran, sum hann brúkti á øllum útgávum og flestu framførslunum við heimskenda bólkinum.
Í dag er gittarin søguligur og ikoniskur.
Eg havi lisið, at Brian May ynskti sær ein gittara, sum skuldi vera livandi.
Hann skuldi eisini kunna samvirka við May sjálvan og við fjøldina.
Í ljóðførinum leitaði hann also eftir menniskjaligum eginleikum.
Og tað er akkurat tað, ljóðførini kunnu. Tey kunnu gerast livandi og framkalla kenslur hjá okkum menniskjum.
***
Men ein annar felagsnevnari er eisini millum ljóðføri og menniskju.
Tey megna einki sjálvi.
Sjálvt heimsins besta gittar má spælast við dugnsemi, á sama hátt sum sjálvt heimsins máttmiklastu menniskju mugu samvirka við onnur.
***
Áðrenn eg lati orðið frá mær vil eg nýta høvið at takka tykkum, sum hava syrgt fyri, at hetta tiltakið er komið í lag.
Hugflog og íverksetarahugur eru lyklaorðini, tá ið hugskot sum hesi skulu umsetast til veruleika, og skráin fyri gittartingið avdúkar, at hetta eiga tit fyriskiparar í ríkiligt mát.
Tað eru vit sum býráð og býur glað og takksom fyri, tí hetta skapar lív, mentan og trivnað fyri okkum, sum búgva her í Klaksvík, og samstundis ger tað okkum eisini áhugaverd hjá øðrum at vitja.
Hjartaliga vælkomin til rokkhøvuðsstaðin og takk fyri."
Kelda: www.klaksvik
SáH