Køðirnar hava verði styttri og tað hevur ikki verið líka tætt pakkað inni á økinum í ár, sum fleiri av undanfarnu árum.
Hettar hevur tó fyri flestu gestirnar bara veri eitt pluss. Helst eiga broyttu kamping viðurskiftini sín part av leiklutinum í hesum.
Okkum er fortalt, at fólk, sum stóðu tætt uppá nummar 100 á bíðilistanum til kamping øki, sluppu framat allíkavæl, so nógvar avlýsingar muga hava verið.
Ein kann eisini freistast at hugsa, at lýsingarátøkini við høvuðsnavninum kanska hevur verið ov smøl, tá vit meta, at fyri tað unga ættarliði kundu baði Highasakite, Boyzlife og Hermes House Band selt líka væl, ella betur sum høvuðsnøvn.
NP 11.08.2016