Hetta skrivar Eriki Biskopstø á hansara Facebook vanga:
"Brøðrasamkoman hevur fostrað mangar góðar sangarar. Herfyri komu Eyðun Jacobsen, Henny Gerðalíð og Janus Jacobsen á gátt í mínum heimastudio og vildu sleppa at syngja nakrar røddir inn til ein sang, hvørs tónleikur varð upptikin í USA. Innan ein tíma vóru allar tríggjar røddirnar sungnar inn. Eg sendi tær til USA og úrslitið er her. Ein vælkendur og hugnaligur sangur :)"
Hetta stendur á YouTube:
Tónleikur innspældur í Crossroads Studios, Arden NC
Tøkningur: Scott Barnett
Skipa og lagt tónleikin til rættis: Jeff Collins
Klikk á link niðanfyri og hoyr vakra sangin og síggj vøkru myndirnar.
SáH