Ársins Bólkur: Og eisini her fór Týr avstað við prísinum.
Ársins Einstaklingur: Jón Aldará
Ársins átak 2014 varð Heima, har Jón Tyril tók ímóti FMA prísinum.
Ársins nýggi bólkur: Byrta
Vertirnir til FMA 2014 vóru: Barbara Holm & Eyðfinn Jensen
Síðan varð tað tann Opna kategorien, sum Andrea Hendriksdóttir handaði.
Har Eivør vann fyrsta prísin, sum mamman tók ímóti. Og tað varð fyri “Skrímslið”.
Jógvan Skorheim handaði næsta prís, sum Kvartetten hjá Betesda vann, har Eyðun Jacobsen tók ímóti prísinum. Og seinasta prís vann Eivør eisini fyri Ársins Lag: “Lurta Nú”
Ímillum handarnar sang: Jens Marne, Marius, The Abcent Silver King, Kári Sverrisson, Kristina & Hallur, Kamarkórið og so varð tað pausa, har ymisk fólk blivu interviewaði. Higartil so má sigast, at tað er eydnast væl av teimum, sum fyrireikað hava FMA 2014. Sjá annars myndarøð niðanfyri hesa grein. Meira seinni (seinni helvt av FMA 2014)
JáH (y) 15.03.14