Hon hevur eisini skift navn og eitur nú Shuhada' Davitt, skrivar Irish Times.
- Eg eri stolt av - at kunngera, at eg nú eri vorðin muslim. Tað er ein nátúrlig niðurstøða á ein og hvørjari intelligentari teologiskari ferð. Allar skriftir leiða til Islam. Sum so eisini ger tað, at allar aðrar skriftir eru óneyðugar, skrivar Shuhada' Davitt á hennara Twitter.
Sinead O'Connor bleiv heimskend við hittinum "Nothing compares 2 U" - men eftir at hon skræddi eina mynd av pávanum fyri 26 árum síðani í Saturday Night Live - byrjaði hennara karriera at ganga tann skeiva vegin. Men hon er ongantíð ordiliga givin við tónleikinum og sigur ímillum annað nú - at hon hevur planir um at geva eina fløgu út í næstum.
JáH (y) 26.10.2018