Men takið ikki feil, tað verður ikki nøkur vanlig konsert, men eitt kvøld har serliga kvinnan verður sett í miðdepilin og uttan at skammast kann lata seg føra inn í ein annan heim saman við 10 syngjandi mannfólkum.
Menn eru eisini vælkomnir, um teir vilja síggja og hoyra hvussu gentlemen føra seg fram. Hetta kvøld er Champions Leage-finala, so nógvir menn verða heima.
Bollarnir lova at taka sær væl av áhoyrarnum við eini røð av soul, popp og rock-klassikarum framførdir bert við vokali. Eisini eru nøkur nýggjari kend føroysk hitt á skránni.
Dyrnar lata upp kl. 21 og framførslan byrjar nakað seinri. Prísur 94 kr. Tit lata 100 kr og fáa 6 aftur frá Bollunum.
Keyp billett HER
Kelda: Reinsaríið/Perlan