Í 2015 stóð Eivør fyri ikki færri enn tveimum egnum útgávum, tær vælumtóktu og ummælararóstu "Bridges" og "Slør," eins og hon spældi sentralan leiklut á "At the Heart of a Selkie" við DR Big Band og DR Vokal Ensemblet.
Hervið fór hon somuleiðis undir spennandi samstarv við spælgigantarnar Sony Playstation á stórum gaming tiltaki í LA, meðan fleiri støð eisini bíða eftir henni á altjóða konsertferð hennara í ár.
Men onki er sum at koma heim. G! er ikki eitt ordiligt G! uttan Eivør, og vit gleða okkum til at uppliva hana aftur á heimavølli, á Spæliplássinum kl. 22:20. Kom og takið væl ímóti henni!
JáH (y) 16.07.2016
Kelda: G! Festival