Country sangurin er sera væl skrivaður av Jógvan K. Henriksson og er eisini sera væl upptikin í Krisstuff-Studio og verður heilt sikkurt ein sangur, sum kemur at vera nógv spældur í bæði ÚF og Rás 2.
Hoyr sangin niðanfyri:
JáH (y) 10/03-14
Sangurin sum Karstin Danielsen "Stirda hjarta títt" so meistarliga syngur er júst komin út á Youtube og kann sangurin absalutt anbefalast frá okkum á Norðoya Portali. Country sangurin er sera væl skrivaður av Jógvan K. Henriksson og er eisini sera væl upptikin í Krisstuff-Studio og verður heilt sikkurt ein sangur, sum kemur at vera nógv spældur í bæði ÚF og Rás 2. Hoyr sangin niðanfyri: JáH (y) 10/03-14 Minnist tú Patricia Bull við tí reyða hárinum sum endaði á einum fjórða plássi í X Factor (DK) í 2011 ..? Nú er Patricia aftur - hesa ferð undir navninum Laundress. Hon hevur gjørt ein nýggjan singul sum eitur "Provoke". Eisini hevur hon gjørt eina freka video av sanginum "Provoke" við homoerotiskum scenum, børn við vápnum og mangt annað. Patrica Bull hevur annars eisini tikið myndir av sær sjálvari, har hon er nærum nakin - og sum tú kanst síggja á hennara Facebook profili. Hygg eftir video'ini niðanfyri og døm sjálv/ur: JáH (y) 10/03-14 Mel C spælir bítt fyri at øsa Victoriu Beckham 40 ára gamla stjørnan og klædna designari vóru báðar tvær í bólkinum Spice Girls, saman við Emma Bunton, Geri Halliwell og Melanie B. Sjálvt um tað er langt síðani at tær vóru saman, so heldur Mel uppá at Victoria og hon eru nær og at tær hava tað stuttligt, tá tær eru saman. "Victoria og eg plagdu at brúka nógva tíð saman, tá ið vit vóru í bólkinum og tað er deiligt at hava hvønn annan nær. Hon hevur ein turran sans fyri humor, tí menniskjur hava ongantíð ordiliga skilt hana sum eg geri," greiddi Mel C fyri tíðindablaðnum Closer." "Tá ið genturnar eru saman, so royna vit altíð at vera ordiliga bíttar og øsa Victoriu, so at tað gongur uppá nervarnar hjá Victoriu, men vit royna eisini at fáa hana at uppføra seg bítta og síggja tað stuttliga í tí." Og Mel C heldur áframm um restina av Spice gentunum: " Har er ikki sooo nógv broytt við okkum. Vit hava allar okkara rollur í lívinum. Emma er ógvuliga stuðlandi og ein persónur sum tú kanst stóla uppá. Eg sjálv eru ein diplomat og royni at hava alt róligt í bólkinum. Geri er tann svaka, sum fær okkum allar at flenna og Mel B er ræðandi!" Og til tykkum, sum ikki ordiliga kenna Spice Girls so er sangurin niðanfyri sangurin sum gjørdi tær heimskendar: JáH (y) 09/03-14 Sum vit so sanniliga fingu at vita ígjár, so vann tann 21 ára gamli Basim, sum hevur verið undirhaldari í Danmark síðan hann varð 15 ára gamal. Dómaranir góvu honum fult stigatal uppá 15 stig - og tað gjørdi fjøldin so sanniliga eisini. So nú er tað greitt at Basim skal umboða Danmark á tí Altjóða Melodi Grand Prixi sum verður í Danmark tann 10. mai. Lurtað eftir sanginum "Cliche Love Song" niðanfyri: JáH (y) 09/03-14 So eru vit aftur farnir í holt við tónleikinum á Norðoya Portali - og meiningin er at vísa á ymisk tíðindi, sum hava við tónleikin at gera. Men vit fara eisini at hava ymiskan nýggjan & gamlan tónleik frá Youtube á hesum teigi. Eitt nú verður tað spennandi at fara at skriva um G! festivalin og Summarfestivalin. Eitt av høvuðsnøvnunum hjá Summarfestivalinum í ár, (nakað sum vit á Norðoya Portali gleða okkum extremt nógv til) er sum vera nevnt Twisted Sister. Hoyr eitt lag hjá teimum niðanfyri: |
Greinar
March 2024
|