Høvuðsnavnið á SummarFestivalinum 2014 er uttan iva Twisted Sister. Bólkurin hevur verið virkin síðani 1973 og eru tað enn. Tað vísir skrá teirra ið hvussu er.
Fyri stuttum var Twisted Sister á palli á Copenhell, sum er árligi rokkfestivalurin í Keypmannahavn. Har fekk rokkbólkurin góð ummæli og føroyingar, ið vóru til konsertina, ætla sær ið hvussu er á SF, tí upplivingin var so góð.
Hóast bólkurin er gamal, eru enn knotur í limunum. Sum skilst, ætla teir sær ikki at spara seg á Vágsbøi.