Fólkakæri hittkongurin spælir ársins poppkonsert á Summar Festivalinum 2019!
Rasmus Seebach er helst størsta poppnavnið í kongaríkinum. Hann fekk gjøgnumbrot við sanginum »Engel« í 2009, og síðani hevur hann skrivað eitt hitt fyri og annað eftir – sangir sum »Olivia«, »Lidt i fem«, »Natteravn«, »I mine øjne«, »Glad igen« og »Nangijala« bara fyri at nevna nakrar.
Rasmus Seebach spældi á Summar Festivalinum í 2011, og tað er framvegis ein av bestu konsertunum, sum hevur verið á festivalinum. Síðani hevur Seebach givið fimm útgávur út, og nú er hann til reiðar at koma aftur til Føroya at spæla konsert. Tað verður sjálvsagt á landsins størsta palli á Vágsbø.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august 2019. Forsøla er í Telebúðum og her: "SF atgongumerkid 2019".