
Kórið fer at syngja ymisk kend jólaløg bæði føroysk og útlendsk, ein solo og ein duett er eisini á skránni. Eisini verður felagssangur.
Hesaferð fara tey at enda við tveimum løgum, einari hymnu "Himnadrottur jarðar við” við orðum av Charles Wesley, og lagi hjá vælkenda komponistinum, Donald Swann, týtt hevur Zacharias Zachariassen. So til seinast nógv sungna "The Holy City” (Jerusalem) av Stehan Adams og Fredric Wetherly.
Eisini verður ein stuttur boðskapur um Jesu føðing og lív hansara.
Ein hugnaløta verður aftaná við einum drekkamunni og onkrum søtum.
Øll eru vælkomin.
Kelda: Betesda