Sum vit hava nevnt áður, so fara vit at taka søgur og frásøgnir fram um gomlu læknahúsini. Vit hava tosað við Jógvan við Keldu, ið var limur í sjúkrahússtýrinum árini frá 1977-1984. ”Høvdu hesir veggirnir kunnað talað, høvdu mangir sannleikar sæð dagsins ljós” Soleiðis byrjar Jógvan sína frásøgn. Hann sigur víðari, at Klaksvíkar Sjúkrahús livdi undir sera ”tumultariskum” umstøðum í eini 20 ár frá umleið 1950. Skiftandi læknamanning var ein avbjóðing og sjúkrahúsumhvørvið stríddist fyri at fáa betri umstøður at virka undir. Hesin serligi parturin fór fram til vit fyrst í 1970’unum fingu eitt nýbrot, ikki bara fyri hetta sjúkrahúsið, men fyri føroyska samfelagið. Hetta var tá Gordhan Rajani varð settur í fast starv. Rajani gjørdist ikki bara sjúkrahúslækni, hann hevði sergrein í ortopedi, sum tá ikki fanst í Føroyum. Hetta gjørdust nøkur heilt serlig ár, mennandi og spennandi og færri sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar til viðgerð, tí nú kundu teir viðgerast her heima. Hann var í Baltimore og fekk upplæring í at skifta knø og mjadnar. Tá hann so kom aftur til Klaksvíkar Sjúkrahús og fór undir hesar skurðviðgerðir, var tað samstundis sum donsku sjúkrahúsini byrjaðu, so tað hevur sanniliga verið eitt nýbrot. Í sjúkrahúslógini var ásett, at hvørt sjúkrahús skuldi hava eitt sjúkrahússtýri, við 5 limum úr ávíkavist løgtinginum, ríkisumboðsmanni og umboð valt av landsstýrinum. Samstundis var eisini eitt felags-sjúkrahússtýri, sum hevði 3-4 fundir árliga. Jógvan við Keldu sat í sjúkrahússtýrinum, tilnevndur av Føroya landsstýri. Fyrru fýra árini sum stýrislimur og seinnu fýra árini sum formaður. Hann fór úr stýrinum í 1984, tí hann var borgarstjóri. Hesi árini sóu vit eisini útbyggingar og serstaka menning, har persónar sum Jóhan Simonsen, Asbjørn Joensen og Vilhelm Johannesen høvdu hetta málið sum hjartamál. Hetta vóru árini, tá útbygd varð ein ortopedisk sjúkradeild fyri allar Føroyar, her mentust serstøku toymini og ortopediska sertænastan SAHVA fekk fasta konsulenttænastu her. Hetta gjørdist tiltikið: eitt vælvirkandi sjúkrahús við góðum trivnaði og einum serliga arbeiðsomum lækna. Men umframt alt hetta ríkiliga arbeiði hjá honum, var hann hugaligur heimamaður, hann og konan, Guðrun, búðu í læknahúsunum við 5 børnum. Tá børnini hjá Gordhan og Guðrun Rajani vóru og vitjaðu gomlu læknahúsini herfyri, í sambandi við tiltakið Heystglóð, mintust tey aftur á tíðina, tá tey búðu har. Onkur teirra nevndi, at tá ”Rajani og hansara politisku samstarvsmenn fóru inn í sunnaru stovuna við cigarum, so var tað álvari og hurðin varð latin aftur”. Gordhan og Guðrun og børn teirra vóru seinastu búfólkini í gomlu læknahúsunum, tey fluttu út í 1995. Jógvan endar sína frásøgn við at siga, at hann fegnast um at læknahúsini – Gula húsið – aftur er komið til heiður og æru. Somuleiðis takkar hann vegna konu sína, Betty, og seg sjálvan, fyri hugnaligar løtur í húsunum. Klaksvíkar Sjúkrahús Hetta var ein deilig jólagáva hjá okkum øllum A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal hevur valt at stuðla ætlanunum at byggja nýtt Føroya Sjósavn við 35 mió kr. Grunnurin vísir á stóra týdningin, eitt slíkt sjósavn kann hava fyri føroyska samfelagið og vónar, at stuðulin av álvara setir ferð á ætlanirnar um at byggja eitt ikoniskt oceanarium í vakra Sandagerði. Fleiri av áhugaðu útlendsku grunnunum undraðust á, at Løgtingið ikki lat íløgustuðul til eina slíka verkætlan og høvdu hug at aftrast. Men A.P. Møller Fonden játtaði tó við teirri áheitan, at arbeitt bleiv víðari við at fáa landið við. Í gjár eydnaðist so at fáa eina minni játtan í fíggjarlógina fyri 2025. Við gávuni stuðlar A.P. Møller Grunnurin føroysku royndunum at varðveita sambandið við og kunnleikan til havið uttan um okkum. Við sjósavninum fáa føroyingar og ferðafólk her munandi betri møguleikar at skilja og uppliva serstaka náttúrumargfeldið í undir vatnskorpuni. Við hesum eru 2/3 av neyðugu fíggingini fingin til vega, og 2025 verður brúkt til at fáa tað seinasta upp á pláss. Higartil hevur Tórshavnar Kommuna játtað 15 mió, Betri 10 mió og Fólkatingið 15 mió. Eisini hevur sjóvinnan víst stóran áhuga fyri at stuðla og hevur higartil latið 1,2 mió kr. til projekteringina. Í mun til okkara grannalond er ikki vanligt í Føroyum at vinnan er við til at stuðla slíkar byggiverkætlanir. Burtursæð frá Betri Stuðulsgrunninum eru ikki stórir grunnar, bygdir á fæið hjá vinnufyritøkum. Tí er hetta ein spennandi gongd, sum vónandi kann mennast. “Hetta er ein stórur dagur fyri Føroya Sjósavn, Føroyar og fyri samfeløgini í Norðuratlantshavi. 99,5% av Føroyum er hav. Í einum landi, har meira enn 90% av okkara útflutningi kemur úr sjónum, og vit liva tætt upp at havinum hvønn einasta dag, tá er onki savn í Føroyum meira týðandi og upplagt enn eitt sjósavn. Vit takka A.P. Møller Fonden fyri, at vit við hesum eru komin eitt risa fet nærri at gera okkara hugsjón til veruleika,” sigur formaður í Føroya Sjósavni, Dánial Hoydal. Nýggja sjósavnið verður bygt á somu grund á Argjum, har Føroya Sjósavn liggur í dag. Harvið verða eingi inntriv gjørd í náttúruna. Tað eru Arkitektar99/LOFTI Arkitektar, ið hava gjørt skitsuuppskotið til tað 2.230 fermetra stóra byggjaríið. Meira kann lesast um ætlanirnar á www.sjosavn.fo Føroya Sjósavn Røða, ið Sirið Stenberg, landsstýrikvinna í almanna- og mentamálum, helt í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, 15. desember 2024. Góðan dag øll somul og hjartans tøkk fyri stóra heiðurin at bera eina heilsu fram fyri okkara einastandandi dugnaliga fjøllistamanni Tróndi Patursson. Vit eru í ársins allar myrkastu tíð. Menniskjasálirnar hungra og bíða eftir, at ljósið skjótt aftur fær tak á myrkrinum. Nakrir dagar afturat, so vendir. Og hvat kann vera meira hóskandi í hesi langtanartíð enn at njóta listina hjá Tróndi. Serstaka listin, sum sprettir og rennur úr ljósinum - og sum í so ymiskum formum, um tað er glas, steinprent, standmynd, málningur ella annað, fær lív og ljós at renna saman. Onkrastaðni havi eg lisið, at í náttúruni er tað ljósið, sum skapar litir, meðan tað í listini eru litirnir, sum fanga og skapa ljósið. Tá ið tað eydnast, er verkið list. Um tað er rætt, dugi eg ikki at siga. Fakligar førleikar innan listina havi eg ikki, men mín uppliving sigur mær so mikið, at mín vera - øll, sum hon er - upplivir ein fullkominleika, sum sjáldan er - til dømis tá ið eg komi inn í Gøtu Kirkju, sum tú Tróndur so hegnisliga hevur prýtt. Tað er nakað heilt serligt. Himmal og jørð, heljardýpið, lívsfarið, menniskjuni, menniskjasonurin, krossurin og vónin renna úr tí svarta, bláa og yvir í tað grøna til at loysast upp í tí gula við uppreisnini. Ljósið sigrar á myrkrinum. Slíkt kunnu bara sonn listafólk skapa. Kristindómurin lýstur í einari guddómligari mynd. Góði Tróndur Tað eru skrivaðar nógvar bøkur um teg. Dokumentarar og samrøður eru gjørdar, og tíni listaverk eru stórverk. Tú eigur eisini heiðurin at hava fingið Mentanarvirðisløn landsins. Hóast upp í leypar av heiðrum og rósum, so upplivi eg teg bæði jarðbundnan og lítillátnan. Tú gert ikki nógv hóvasták burtur úr tær sjálvum. Og tað nýtist heldur ikki. Listin talar fyri seg. Stórverkini eru varandi og bera boð um stórmenni. Tú fylti 80 fyrr í ár. Hjartaliga tillukku við tí og øll góð ynski á lívs- og listaleiðini. Vit glaðast veruliga um teg og tað, tú hevur útint. Tey flestu kenna teg best sum listamann. Tað er ein partur av tær, men tú ert eisini sjófarandi ævintýrari og rannsóknarfarari og hevur verið á mongum ferðum kring á jarðarknøttinum. Tú hevur greitt frá fleiri av ferðunum í kringvarpinum í samrøðum við Jógvani Arge. Tú hevur verið við í endurskapanini av fleiri ymiskum søguligum ferðum við bátum av øllum handa slagi. Ymisk lívsfør kanska eisini? Har hevur tú gjørt tær nógvar royndir. Tað er áhugavert, tá ið tú greiðir frá ferðunum, at hoyra hvussu væl tú kennir náttúruna og ymisk náttúrufyribrigdi og navigerar eftir tí. Sum sjófarari á mongum søguligum túrum við fáum ella ongum hentleikum veitst tú eisini, hvussu umskiftiligt og vandamikið havið eisini kann vera. Í ringum ódnarveðri, har bert fjølin ella leðrið skilir teg frá havdýpinum, hevur tú eisini sæð havdýpið við øðrum eygum enn tey flestu. Allarhelst eisini sálardýpið. Eg ímyndi mær, at tað er tað, sum vit síggja aftur í mongum av tínum listaverkum. Náttúra, ond og ævinleikin samanrunnin. Eg fari eisini at loyva mær at bera eina tøkk til Símun Gullaksen fyri hansara áhaldandi arbeiði at skapa góðar framsýningarkarmar til okkara listafólk at sýna fram í. Tað hevur sera stóran týdning. Tróndur, tú ert føddur og uppvaksin í søguríku Kirkjubø. Tað er ein gáva at vaksa upp í so søguríkari bygd. Søga og søguligt medvit eru við at mynda okkara persónmensku soleiðis, at vit onkursvegna hava undanfarin ættarlið við okkum á lívsleiðini. Tú hevur sjálvur greitt frá, hvussu tú sum smádrongur dámdi so væl at eygleiða brimið og teir frælsu fuglarnar, sum flugu um høv. Bæði havið og fuglarnir blivu tínir lívsfelagar listarliga sæð. Tað, smádrongurin upplivdi, rann úr hondunum sum list seinni. Tú vaks eisini upp áðrenn elektrisitetið var komið til bygdina og luttók í øllum arbeiði, sum hoyrir til á einum bóndagarði. Múrurin var ein fínur fótbóltsvøllur segði tú, tí har fór boyan, sum tit brúktu til bólt ikki útav vøllinum. Eg hugsi, at múrurin má vera ein av fáu føstu kørmunum tú hevur virkað innan, tí í listarliga úttrykkinum eru ongir karmar. Tað kosmiska og endaleyst æviga frælsa eru tíni eyðkenni. Tróndur, tú ert av virknastu listafólkum, vit nakrantíð hava átt. Tíni verk eru í mongum av heimsins londum. Eitt serligt við tær er eisini, at tú hevur fingið listina út til fólkið. Øll kunnu njóta tína list. Ikki bert tey, sum eiga ein málning ella eitt listaverk heima, men almenningurin. Tú ert í kirkjum, í handilshúsum, parkeringshúsum, parkum, listasøvnum, undirsjóvartunlum, flogvøllum, sjúkrahúsum o.s.fr. Stóru vøkru verkini eru til okkum øll at njóta. Tað ger nakað gott við umhvørvið - og soleiðis eisini okkum menniskju. Eitt tað nýggjasta stóra verkið er listprýðið í Eysturoyartunlinum - heimsins fyrsta rundkoyring undir sjónum við vakra dansiringinum og vøkru skiftandi litunum. Eg minnist, at vit vóru og hugdu nakrar dagar áðrenn tunnilin lat upp. Tá manglaði enn nokk so nógv, so tú hevði fingið tær ein vøruvogn, sum tú kundi sova í og vera har, tí ongin tíð var at spilla, skuldi arbeiðið vera liðugt til tunnilin lat upp. Og tað eydnaðist. Og hvør annar enn tú, Tróndur, eigur at skapa list á havsins botni. Ongin myndar havið sum tú. Rundkoyringin stendur nú sum ein frælsissúla, og fólk úr øllum heiminum koma higar at uppliva hana, og vit gleðast sjálvsagt hvørja ferð vit koyra framvið. Tað hendir seg meira enn, so at eg taki ein eyka rundtúr fyri at uppliva tað einaferð afturat. So fantastiska flott. Tann blái liturin er títt eyðkenni. Blátt sum havið. Ella blái himmalin. Ella í havsbrúnni har himmal og hav møtast, og vit ikki rættuliga síggja, hvar markið gongur, tí himmal og hav renna saman í eitt. Eg veit ikki hvar - í djúpdini, guddómligheitini og ævinleikanum? Blái liturin hjá tær, ultramarinblátt, er heilt serligur. Eg minnist, man einaferð sá teg greiða frá, og hvussu tú tilevnaði litin úr gimsteinum, og egg varð blandað uppí. Tú skapar sjálvur sjálvt litirnar. Tú kemur ikki lætt til nakað. Onki er tilvildarligt. Alt er umhugsað og gjøgnumført. Tín listarliga útbúgving er heilt víst ein stórur førningur afturat arbeiðsseminum, talentinum og handverkaradygdunum. Blátt hevur í ymiskum mentanum verið knýtt at tí andsborna, trúfesti, áliti, ró, verju og ikki minst útlongsli. Eisini at tí guddómliga og m.a. sæst Maria moy ofta í bláum og tað sama við Jesusi. Bládýpi er eitt serligt listaverk. Nærum hvørt mansbarn í Føroyum hevur verið inni í glasbingjuni. Tað er ein stór uppliving. Man fær eina kenslu av sveimandi vektloysi, og at tað er óendaligt bæði niðureftir, uppeftir og til veggja. Fyrstu løtuna torir man nóg illa at stíga inn. Men so kemur vakra upplivingin, og man sær í tað óendaliga. Har himmal og hav møtast. Og hvar eru vit tá? Smá í tí stóra. Tora vit tá at hygga inneftir í sálardýpið eisini? Tí listin fær okkum ikki bara at njóta, men eisini at reflektera. Tí hevur hon so stóra ávirkan á menniskja. Um man kann knýta tvey frumevni at einum persóni, so fært tú luft og vatn frá mær. Himmal og hav. Har er aftur tað bláa. Men har er eisini byrjanin til alt lív. Onki livir uttan ljósið í luftini, og onki livir uttan vatn. Úr tí rennur alt annað. Eg haldi, at listin hjá tær er dømi um tað. Alt livir og vellir fram. Sjónarringar broytast og vit flyta okkum. Tróndur, tú ert tvíburi, og tú ert tann yngri av tykkum báðum. Tað er mær fortalt, at tú skalt hava sagt, at tað var gott, at so var, tí um ikki, so lá tað í kortunum, at tú skuldi taka garðin yvir og gerast bóndi. Um tað er so ella ikki, er fyri so vítt líka mikið. Tað, sum hevur týdning, er, at tú hevur gingið tínar leiðir og trátt tínar gøtur. Tað fær meg at hugsa um yrkingina hjá Robert Frost frá 1915 The Road Not taken, sum Jonhard Mikkelsen hevur týtt til føroyskt. Tvær gøtur skiltust á gulnaðum skógi. Tað harmar meg – at eg ikki fekk gingið báðar, og sum einsamallur vallari stóð eg leingi og hugdi oman eftir aðrari so langt eygað røkk. Síðan gekk eg hina. Tann morgunin lógu tær báðar eins undir bløðum, sum eingin hevði kleyrað. Eg goymi mær hesa til eina seinni ferð. Men eg visti, hvussu ein gøta tekur aðra við sær og ivaðist, um eg nakrantíð fór at koma aftur. Einaferð fari eg at siga frá hesum onkuntíð um langa langa tíð Tá fari eg at suffa við og siga: Tvær gøtur gingu sundur og eg – eg fór eftir teirri, sum tey fæstu høvdu gingið. Og tað hevur gjørt allan munin. Vit eru mong sum eru tær so æviga takksom fyri ta gøtuna tú valdi. Tú hevur sett stór spor eftir teg bæði í Føroyum og ikki minst altjóða. At tú valdi ta gøtuna, hevur gjørt allan munin. Men tað er ikki bara gøtan í sær sjálvum, sum ger munin, men eisini hvør tað er, sum gongur hana. Og væl er gingið! Og tú ger allan munin! Takk fyri orðið, góða eydnu við vøkru framsýningini og gleðilig jól øll somul! Sirið Stenberg Almanna- og mentamálaráðið Leygarmorgunin, 14. desember er jólalig orgulmatiné kl. 11.00 v/orgulnæmingum á Urguskúlanum í Christianskirkjuni. Umframt, at næmingarnar framføra jólaløg, verða eisini nakrir felags jólasálmar, har næmingarnar spæla undir. Aftaná er ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum. CHRISTMAS MATINEE ON SATURDAY 14TH' OF DECEMBER AT 11AM On Saturday, 14th' of December, we have a Christmas organmatinee at 11am by organstudent at the organschool in the Christianschurch. In addition to playing some Christmas melodies, we also sing some Christmas carols, with the students playing along. After the matinee everyone is welcome for coffee/tea in the Church's basement. Christianskirkjan Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett Herleif Hammer sum stjóra á Tjóðsavninum. Herleif Hammer er útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti. Harumframt hevur Herleif Hammer leiðsluútbúgving og drúgvar leiðsluroyndir, eitt nú sum rektari á táverandi Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Herleif Hammer er formaður í føroysku UNESCO-nevndini. Herleif Hammer hevur verið stjóri á Tjóðsavninum í áramálssettum starvi síðan 1. august 2017. Í oktober 2024 varð starvið lýst leyst, men nú sum fast starv við setan frá 1. januar 2025. Høvuðsuppgávan hjá stjóranum er framhaldandi at menna Tjóðsavnið sum eitt viðkomandi og spennandi savn, ið er atkomuligt hjá øllum, sum kveikir og er ein kelda til íblástur, gransking og vitan. Stjórin skal standa á odda fyri og varða av virksemi stovnsins, starvsfólki, hølisviðurskiftum, fíggjarviðurskiftum og myndugleikauppgávum í samsvari við lógarásetingar á økinum. Høvuðsuppgávurnar hjá Tjóðsavninum eru at savna, granska og miðla vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu. Harumframt fevna uppgávurnar um umsiting av løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum, løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum, løgtingslóg um Havnar skansa, antikvariska ráðgeving í sambandi við bygningar fólkakirkjunnar og loyvisumsiting í sambandi við fuglaveiðu. Tjóðsavnið umsitur stuðulin til bygdasøvn og mentanarsøgulig skip. UNESCO-sáttmálin um verju av siðaarvi er lagdur til Tjóðsavnið at umsita. Tjóðsavnið stendur eisini fyri størri verkætlanum, eitt nú Koltursætlanini, Lendisbata, Kirkjubømúrinum, Hvalastøðini við Áir og bakkaverjum. Almanna- og mentamálaráðið Fríggjamorgunin, 13. desember -, og tað er komandi fríggjadag -, er Vøggusangur kl. 10:00 fyri pinkubørn 0-1 ár. Nýggjur bólkur er upprættaður til Vøggusangin í ár "Vøggusangur í Christianskirkjuni 2024" har nærri kunning v.m. er um Vøggusangin. Øll pinkubørn 0-1 ár eru hjartaliga vælkomin. Aftaná Vøggusangin er hugni og drekkamunnur í kirkjukjallaranum. CRADLE SINGING ON FRIDAY 13TH' OF DECEMBER AT 10 AM Cradle singing in the church in Klaksvík is going to be this Friday 13th' of December at 10 am for babies 0-1 year. All parents of children 0-1 years old can bee members of the facebook group "Vøggusangur í Christianskirkjuni 2024", where there is more information. All babies 0-1 years old, and their parents are welcome. After the Craddle singing we have a cozy moment with coffee, tea and bread in the church's basement Christianskirkjan Hóskvøldið, 12.desember, er Javnagudstænasta kl. 19.00 v/Øssuri Kjølbro. Steintór Rasmussen luttekur við sangi. Skótar ganga Lucia. Ein góður drekkamunnur verður í kirkjukjallaranum aftaná gudstænastuna. SERVICE BY "JAVNI" On Thursday, 12th' of December , we have a service by "Javni" at 7pm with the priest, Øssur Kjølbro. Steintór Rasmussen will sing, as well as Scouts will participate with Lucia. After the service everyone is welcome for coffee, tea and cakes in the Church's basement. Christianskirkjan Í gjárskvøldið var eg til seinasta leik, sum Tjóðpallur Føroya sýndi við Jenny Christina Petesen sum stjóra. Ein fantastiskur endi Leikurin “Sonurin” eftir norska høvundan Jon Fosse var sera væl og sannførandi spældur av nøkrum av okkara dugnaligu sjónleikarum. Við minimalistisku pallsetingini megnaðu leikarnir at siga so nógv við so fáum orðum. Undir slíkum fortreytum krevja veruliga góð leikaraevni, og tað vístu Hans Tórgarð, Kristina Sundar Hansen, Hjálmar Dam og Elias Magnussen, veruliga. Hóast verkið er norskt, kendist tað eins og tað kundi verði skrivað um føroysk viðurskifti – og tó. Tøgnmentan, skomm, einsemi, longsulin eftir ljósari tíðum og ikki minst avtoftaðar bygdir – sum eg havi verið sera upptikin av í mínum politiska lívi – eru fyribrigdi og kenslur, sum samfeløg og menniskju flest kenna seg aftur í. Kanska serliga í hesum tíðum, tá alt gerst effektivari, størri og skjótari. Góða Jenny, stóra takk fyri tína leiðslu í tvey áratíggju. Tín partur liggur ikki eftir. Tað skalt tú vita. Undir trongum fysiskum karmum, hevur tú leitt okkara Tjóðpall og hóast alt givið føroyingum – har ímillum eini bygdasligari klax-damu, sum í løtuni tosar nógv um tunlar, vegir og olju - leiklistarligar upplivingar í heimsklassa. Stóra takk fyri tað – og blíðan byr framyvir. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Tingvkinna fyri Fólkaflokkin Leygarkvøldið 7 des. verður jólasangløta í Elim í Søldarfirði. Har verður felagssangur, framførslur, søga v.m. Aftaná løtuna verður hugni við rísalamande, kaffi o.a. gott. Tey sum luttaka eru hesi: Bill Justinussen, Adrea Isaksen, Tórbjørn Láadal, Terje B. Vestergaard, Zamar, Petur Hans Hansen, Jákup Hansen o.fl. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eyðun Jacobsen |
Greinar
January 2025
|