
Skráin er henda:
1. Ave Maria – Tomás Luis de Victoria 2. Ave Verum - Charles-Camille Saint-Saëns 3. Gläns över sjö och strand – Ivan Widéen/ Viktor Rydberg 4. Tað sótu seyðamenn á vakt – H.J. Højgaard/ Mikkjal á Ryggi 5. Julen har bragt velsignet bud – C.E.F Weyse / B.S. Ingemann 6. Nú hvíld er yvir bygd og bý – Niels la Cour / B.S. Ingemann /A.C. Evensen
Talan er um Matine-konsert og er skráin tískil ikki serliga long. Upplagt er tó hjá teimum, sum eru í miðbýnum –og sjálvandi øllum øðrum við- at njóta eina friðsæla løtu við góðum kórtónleiki framførdan av einum væluppløgdum Havnarkóri undir leiðslu av Leif Hansen. Verið hjartaliga vælkomin.
MH 18.12.2015