Tær fýra árstíðirnar eftir Antonio Vivaldi er eitt tað mest ikoniska verkið í tónleikasøguni – og av góðum orsøkum. Í fýra lívligum violinkonsertum endurgevur Vivaldi fuglasong, ódnarveður, summarhita og vetrarkulda so livandi, at tónleikurin framvegis kennist frískligur, fysiskur og nærverandi 300 ár seinni.
Hetta kvøldið fært tú høvið at hoyra ein kamarbólk við føroyskum og útlendskum tónleikarum framføra alt verkið. Á odda stendur altjóða viðurkendi violinisturin Alissa Margulis, sum verður bæði solistur og fer at leiða ljómliðið.
Konsertin fer eisini at bjóða upp á Souvenir de Florence eftir Tjajkovski – eitt fjálgt, lagvakurt og ríkt kamarverk, sum tónaskaldið skrivaði eftir at hava vitjað Italia. Hetta eina kvøldið hittast Vivaldi og Tjajkovski, har norðurlendskir tónleikarar blása lív í tvær av størstu ferðafrásøgnunum í tónleikasøguni."
Christianskirkjan
RSS Feed