NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Viðareiðistunnilin til øll

16/7/2015

Comments

 
Picture
Røðan, sum Forkvinnan í løgtingsins Rættarnevnd Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur helt, tá ið Viðareiðistunnilin bleiv skotin ígjøgnum 15. juli 2015.

Góðan dag góðu viðingar, norðoyingar og allir føroyingar annars - og tit sum eru komin her í dag til hesa hátíðarløtu, nú hesin dreymurin um tunnil til Viðareiðis gerst veruleiki.

Hetta er av sonnum ein hátíðardagur, ein hátíðarferð serliga fyri viðingar, norðoyingar og onnur, sum nýta hesa farleið, at vit nú loksins fáa hart tiltrongda Viðareiðistunnilin.

Eftir tógvið stríð og tol í mong ár, er nú komið hartil, at vit um lítla løtu fara at skjóta seinasta skotið til eina nýggja trygga farleið til Viðareiðis. Tað verður skjótt veruleiki, at ferðandi nú um stutta tíð kunnu ferðast trygt og vandaleyst millum Hvannasund og Viðareiði.

Tunnil einasta rætta
Tað var ein røtt avgerð, sum bleiv tikin at gera tunnil til Viðareiðis, heldur enn at pjøssa uppá verandi veg. At gera tunnil er besta loysnin í allar mátar.

Foreldur kunnu skjótt óttaleys senda síni børn - og sín ungdóm avstað í skúlabussi og bili - sjálvt í ringum koyrilíkindum. Nú skulu tey venja seg við ikki at skula hugsa um omanlop og skalvalop á vegnum.

Tunnil er eisini best fyri alla vinnu, t.d. smoltstøðina her Inni í Dølum, sum er við til at framleiða fyri hundraðtals milliónir krónur árliga.

Viðareiði hevur møguleikar
Viðareiði er søgulig bygd, og náttúruvakurt pláss við Villingadalsfjalli, Ennibergi og Malinsfjalli. Viðareiði er so nógv annað eisini. Vit kunnu bara nevna prestagarðin í Ónagerði, kirkjuna og helluna. Hetta eru støð sum blíva nógv vitjaði og sum avgjørt eru verd at vitja. Eisini eru lagaðu grótgarðarnir Uppi við Garð verdir at síggja. Teir bera boð um eitt virkið og arbeiðssamt fólk og standa sum varðar og minnir um eina farna tíð.

Viðareiði var høvuðsplássið í Norðoyggjum í gomlum døgum. Onnur krøv verða sett í dag, og eitt gott og trygt ferðasamband kann fáa bygdina í fremstu røð aftur.

So framskygdir sum viðingar eru, so fara teir undir at gera eina náttúrulund fyrsta dagin. Hetta skapar trivna og eisini møguleikar í ferðavinnuni, sum er ein vaksandi vinna í dag.

Gera Føroyar størri
Vit skulu vaksa um landið, og tað gera vit m.a. við at binda landið so gott og trygt saman sum til ber. Føroyar eru allar Føroyar - úr Hattarvík vestur til Mykines- og úr Akrabergi norð til Viðareiðis. Samferðslan er til allar føroyingar at brúka, og Viðareiðistunnilin er eisini til øll.

Í dag setur ongin spurnartekin við teir tunlar, sum eru gjørdir. Gjøldur verður ikki longur gjørt burtur úr tunlum. Teir eru ikki longur óðamannaverk, men ein sjálvfylgja. Ongin ynskir

seg aftur til tíðina tá Sam sigldi um Vestmannasund - Ternan um Leirvíksfjørð og - Immanuel sigldi um Múlan.

Vit, sum liva í dag kunnu bara fegnast um, at tað hava verið eldsálir runt landið, sum hava kempað fyri samferðsluni. Uttan hesar var landið ikki so væl samanbundið, sum vit síggja í dag. Vit eiga tó ikki at steðga her og hvíla á laurberbløðunum. Vit eiga at arbeiða skjótt fram ímóti nútímans tunlum Norður um Fjall - til hábærsliga og stórsligna økið norðanfyri - við nógvari vinnu og møguleikum fyri størri ferðavinnu.

Skulu vit tosa um menning innan ferðavinnuna, so slepst ikki undan nútímans tunlum. Vit fáa ikki fulla nyttu úr Viðareiðistunlinum fyrrenn nútímans tunlar eru gjørdir Norð um Fjall.

Tøkk til øll.
Øll sum hava viðvirka til hesa verkætlan eiga stóra tøkk uppiborna. Ein serlig tøkk til landstýrismannin í fíggjarmálum Jørgen Niclasen, sum eigur ein stóran heiður í, at henda verkætlan bleiv til veruleika.

Takk fyri øll somul - og eg ynski okkum øllum góða eydnu og Harrans signing við Viðareiðistunlinum.

Picture
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.