NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vatnkríggj og fiskikapping fríggjadagin, her skráin

17/8/2023

Comments

 
Picture
Stóra økið har Sjómannadagurin verður hildin hvørt, tekur av álvara skap. Fyrireikarnir siga, at tað hevur gingið ómetaliga væl at fingið tiltakið á føtur aftur í ár, og vælvildin frá fyritøkum og einstaklingum er ótrúliga stór. Ætlanin var upprunaliga, at fiskikapping og vatnkríggj skuldi flytast til hósdag, men av givnum orsøkum, verður hildið fast við fríggjadagin, eins og gjørt hevur verið undanfarin ár.

Fiskikappingin á Kósabrúnni byrjar kl. 17.00
Eins og undanfarin ár, verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3 í hesum bólkunum: Dreingir undir skúlaaldur, gentur undir skúlaaldur, dreingir í skúlaaldri og gentur í skúlaaldri.

Eisini verður steyp og gáva latin til tann, ið fiskar størsta fiskin.

Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við. Agn verður útflýggjað á bryggjuni.

Klokkan 18.00 byrjar risastóra vatnkríggið millum bátar og skip á vágni í Klaksvík.

Umframt verjuskipini, og fleiri onnur bæði størri og smærri skip og bátar, verður skipið Rólant, ið Bakkafrost eigur, eisini við vatnkrígginum í ár.

Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum. 

Silgt verður í ring inni á vánni og kríggið endar tá sjóverjuskipið Brimil blæsur tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.

Skráin leygardagin 19. aug
Dagurin byrjar við, at Merkið verður vundið á stong klokkan 10.30.

Síðani verður Føroya Sjómannadagur 2023 settur á stóra pallinum, og boðið verður til stóra morgunmatarborðið á bryggjuni.

Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag.

Í Tjaldinum
10.40: Stóra morgunmatarborðið

11.00 – 18.00: Listaframsýning
Lydia Petersen, Magna Auðunsson og Monika Ósá Henriksen sýna fram

11.00 – 18.00:  Framsýning við Norðoya Heimavirki

12.00 – 16.00: Havstovan vísir, hvussu fiskar verða kannaðir

12.00 – 17.00: Ókeypis andlitsmáling v/ Kæti

13.00 – 17.00: Blái Krossur Føroya bjóðar øllum børnum ókeypis Candyfloss úr Liv Lívið - rúsfría vogninum

13.00 – 17.00: Silvi skipar fyri fiskidammi


Á økinum
10.30: Merkið verður vundið á stong, meðan tjóðsangurin verður sungin 

11.00 – 19.00: Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli

12.00 – 14.00: Opið hús í Fullpower á Klaksvíksvegi 85
Verð við í spennandi kappingum, gita hvussu nógv kilo eru í rúgvuni og tak eina wella selfie við vakra prýdda selfieveggin frá Rógvadóttir. Ókeypis kaffi!

13.00: Grindamannafelagið skerir ein grindahval upp niðanfyri Ídni.
Greitt verður frá á enskum, meðann grindahvalurin verður skorin upp. Tvøstið verður síðani grillað og hesin leskiligi borðiskur verður síðani borðreiddur gestum saman við rómaeplum.

13.00 - 17.00: Opið hús á Looknorth
Kom og hygg at, hvussu EPS (flamingo) og hart plast verður framleitt. Looknorth bjóðar gestunum kaffi og vaflur. 

13.00 - 17.00: Ókeypis kramarísar
 
13.30 – 19.00: Føroya átiligasta fiskaborð
JFK bjóðar Fish & Chips. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus og Sjúrðabergi, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Aftur í ár fara tveir kokkar frá kendum enskum Fish & Chips matstovum at kokkast. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

-----

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið.

-----

Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost  at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.

-----

Christian í Grótinum og Amarant -  Á sjómannadøgunum í ár borðreiða vit við eini Pokéskál við heitt royktum makreli. Omaná bjóðar Amarant kaffi og eina rabarbu desert.

-----

14.00: Føroya Sjómannnadagur bjóðar grindabúff og rómaepli

14.00: Sjórænarar bjóða øllum børnum við á spennandi skattaveiðu

14.00: Felagssangur við Hans Hjalta Skaale og Hóraldur Joensen í kantinuni á ”Roykivirkinum”.

14.00 – 15.00: Á Sjónámi verður framløga við John Goodlad um bók hansara “The Salt Roads - how fish made a culture”. John fer at tosa um burðardygd, veðurlagsbroytingar og aðrar avbjóðingar hjá fiskivinnutjóðum.

14.00 – 17.00: Føroyameistarakapping í kassastápling

15.30 – 16.30: Á Sjónámi greiðir Gudmund Helmsdal frá um spælifilmsverkætlanina Vandaferð.
Verkætlanin byggir á bókina "Ein Vandaferð" eftir Frederik Bláhamar, um tá Vestmanna sluppin Union Jack varð sokkin í 1940.

Á sjónum
09.00: Føroysk træseglskip og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl

10.00: Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukaj. Jóhanna TG 326, Westward Ho, Dragin, Norðlýsið, Thorshavn, Norðan og Grinkil eru við, umframt Swan, ið kemur úr Hetlandi.

11.00 – 17.00: Sjórænaraskip við Trøllapæturi og ommuni siglir stuttar túrar við børnum

11.00 – 17.00: Vilt á sjónum
- Ókeypis túrar við skjóttgangandi RIB-bátum
- Ókeypis túrar sitandi á luftpútum, ið hanga afturúr speedbátum

11.00 – 17.00: Opið skip umborð á sluppini Jóhanna

Tveir róðursmenn vera við stýrisvølin. Hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpassi, greiðir frá um veður og vind, seglføringina, vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.

11.00 – 17.00: Opið skip umborð á Westward Ho
Tveir mans vera ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.

11.00 – 17.00: Opið skip umborð á skúlaskipinum Dragin
Kahúttin er riggað um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu skúlaskipið verður nýtt til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður

11.00 – 17.00: Opið skip umborð á Norðlýsinum
Manningin vísir, hvussu farast kann upp í mastrina

13.00 – 17.00: Opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska
Norðoya Bjargingarfelag bjóðar øllum vælkomnum umborð á nýggja bjargingarbátin.

13.30: Bjargingarroynd
Tyrlan hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag luttaka

14.00: Útferð við Erlu Kongsdóttir út á Kópakonuna við frásøgumanni
Asbjørn Lómaklett er frásøgumaður. Siglt verður frá Stórukaj.

14.00 – 17.00: Opið skip umborð á Brimli
Manningin bjóðar heitar vafflur og kakao.

14.00 – 17.00: Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Hvidbjørnen”. Manningin bjóðar heitar pannukøkur og kakao.
 
15.25: Svimjikapping á Vágni fyri menn og kvinnur
Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vágna. Tilmelding hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950. Kappast verður í tveimum bólkum: Kvinnur og menn 

16.00: Útferð við Erlu Kongsdóttir út á Kópakonuna við frásøgumanni. Asbjørn Lómaklett er frásøgumaður. Siglt verður frá Stórukaj. 
 
Sunnudagur 20. august
11.00 - Sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni við Hanusi á Gørðum.
Harmonikuvinir leiða sangin. Talvan gongur fyri Sjómansmissiónina.

18.00 - Sjómansmøti í KFUM & K 
Torleif Johannesen sjómanstrúboðari talar.
Eftir møtið verður nátturði.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sjómannadagurin og Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.