NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Væleydnað verkstova um markamótsarbeiði

8/12/2023

Comments

 
Picture
Í gjár luttóku omanfyri 50 fólk á verkstovu, har evnið var at fáa markamótaarbeiði, í sambandi við harðskapsøkið, at rigga betri. Tey, ið vóru boðin við, eru breitt umboðaði myndugleikar, fakfólk og stovnar, og sum arbeiða við og í markamótinum til harðskapsøkið.

Endamálið og ambitiónin við verkstovuni var, at menna og finna fram til góðar konkretar loysnir, við denti á at hjálpa tí harðskapsrakta best møguligt. Vit vita, at avbjóðingarnar eru nógvar, mannagongdir mangla og tøgnmentanin kring hetta økið er tung og rungandi. Luttakarnir hava vitan og royndir, sum hava týdning fyri samstarvið á harðskapsøkinum og eru tí lyklapersónar fyri at fáa hetta í arbeiðið at virka.

Ein av niðurstøðunum í nýggju heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum var, at samstarvið tvørtur um geirar og markamót ikki riggar nóg væl. Tí var átakið 15 í heildarætlanini fyrireikað, sum er júst hendan verkstovan, til at viðgera samstarvið millum fakbólkar.

Á skránni vóru fyrst framløgur, við bæði góðari og neyðugari upplýsandi áfylling fyri týðandi økir. Talan var um bæði harðskapsfakið og -økið, um tagnarskyldu, upplýsingar- og fráboðanarskylduna og ikki minst um týdningin av mannagongdum, fyri at samstarvið og vitanarbýtið millum avvarðandi myndugleikar kann koma at rigga.

Og við støði í hesum varð farið víðari við verkstovuarbeiði. Her fingu luttakarnir sett gongd á at framleiða hugskot, ætlanir og tilfar, um 7 ymisk evnir innan økið, og sum at enda vórðu løgd fram og gjøgnumgingin fyri øllum. Hetta tilfarið er nú tøkt, til at brúka sum grundtilfar og dátur til at menna víðari í arbeiðsgongdunum og til endamálið, at fáa markamótaarbeiði, í sambandi við harðskapsøkið, at rigga betri.

Fýra av stjórnarráðunum í verandi samgongu hava staðið fyri  arbeiðinum við heildarætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum 2023-2028 og eru tey umboðað við hesum landsstýrisfólkum:

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum
Tað vóru Kvinnuhúsið og verkætlanarbólkurin handan heildarætlanina, sum fyriskipaðu hetta tiltakið. Arbeiðið við at samskipa átøkini í heildarætlanini verða samskipaði av Sig frá verkætlanin undir almanna- og mentamálum.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.