NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Uppskot til kunngerð um at fyribyrgja og týna rottu til hoyringar

4/2/2025

Comments

 
Picture
Uppskot til nýggja kunngerð um at fyribyrgja og týna rottu er sent til hoyringar.

Hoyringarfreistin er sett til  týsdagin 4. mars 2025.

Uppskotið er ein dagføring av galdandi kunngerð nr. 147 frá 16. november 2017 um fyribyrging og týning av rottu.

Í høvuðsheitum eru ætlaðu broytingarnar hesar: 

1. Allar kommunur skulu í seinasta lagi 1. januar 2026 hava løggilt aktingarfólk í starvi. Smærri kommunur kunnu gera avtalu við t.d. eina grannakommunu, sum hevur løggilt aktingarfólk í starvi ella løggildan privatan rottutýnara, um at røkja uppgávuna at fyribyrgja og týna rottu í kommununi.

2.     Eftir 1. januar 2026 er bara loyvt løggildum rottutýnarum at týna rottu við fellum ella eitri, og verður rottueitur tá einans útflýggjað kommunum, sum hava løggildan rottutýnara í starvi ella hava avtalu við privatan løggildan rottutýnara ella aðra kommunu, sum hevur løggildan rottutýnara í starvi.

3.     Bannað er øðrum enn Umhvørvisstovuni at innflyta rottueitur.

4.     Umhvørvisstovan skipar fyri skeiðum um at fyribyrgja og týna rottu, og kann løggilda persónar, sum hava luttikið á slíkum skeiði og staðið tilhoyrandi roynd.

5.     Kommunan skal í seinasta lagi tríggjar yrkadagar eftir eina fráboðan um rottu kanna viðurskiftini á staðnum, og seta týning í verk, um rotta ella tekin um rottu er staðfest. Kommunan kann geva eigara ella leigara boð um tiltøk fyri at fyribyrgja  og avmarka livilíkindini hjá rottu.
Kommunan skal, um tað ber til, tryggja sær, at eigari ella leigari er til staðar, tá vitjað verður, og skal vegleiða um neyðug tiltøk fyri at tryggja móti rottu og um reinhald, og upplýsa um, hvørt eitur verður brúkt.

6.     Kommunan skal, í sambandi við fráboðan um rottu, sýna allar bygningar á ognini, og gera eina frágreiðing um, hvørt bygningarnir eru rottutryggir.

7.     Í seinasta lagi 1. januar 2027 skulu allar kommunur hava gjørt eina virkisætlan um at fyribyrgja og týna rottu. Ætlanin skal almannakunngerast og skal dagførast í minsta lagi fimta hvørt ár.

8.     Í seinasta lagi 1. januar 2027 skulu kommunurnar skráseta fráboðanir um rottu, eftirfylgjandi vitjanir, eftirlit, yvirvøka, átøk, útlegging av eitri o.a. í eina talgilda skipan, sum Umhvørvisstovan hevur atgongd til.

Umhvørvismálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.