Tríggjar umsóknir fingu tillutað stuðul. Hesar vóru:
1. Lítli Skúli, kr. 25.000 (Gunvør Hofgaard)
2. Eigarafelagið í Tórsbyrgi, Lágargarður, Boðanesheimið og grannar, kr. 75.000
3. Náttúrulærararnir í Eysturskúlanum, kr. 75.000 (Johann Petersen)
Fleiri myndir eru at síggja á Facebook.
Í ár varð Grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu latin Eyðuni á Borg.
Eyðun hevur verði ein hornasteinur í undirvísing og verkligari læru um náttúruna í starvi sínum í Argja Skúla. Við sínum nærlagni og alski til náttúruna hevur Eyðun lært børnini og foreldur teirra at sýna náttúruni størri virðing.
Seinastu mongu árini hevur Eyðun gróðursett trø saman við skúlabørnum á Argjum. Børnini í fyrsta flokki í Argja Skúla og nú Skúlanum á Argjahamri, hava hvør sær gróðursett eitt træ, sum tey ansa væl eftir. Børn, sum í dag eru vaksin, kunnu vísa á træið, ið tey hava stungið í moldina, og eru tey í iva, ber altíð til at spyrja Eyðun. Hann hevur skrásett yvirlit yvir hvønn runn.
Grøna gávan frá Etika er peningur fyri vatn, selt á matstovuni Etika. Peningurin verður óskerdur latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál.
Grøna gávan frá Etika 2018 verður latin átakinum Diskosuppan hjá felagsskapinum Slow Food Føroyar.
Slow Food Føroyar er ein altjóða felagsskapur, ið vil hava øll fólk at eta mat, sum er góður fyri fólk og góður fyri jørðina. Diskosuppan er eitt átak hjá Slow Food Føroyar, ið varpar ljós á matoyðsl.
Diskosuppan skipar fyri supputiltøkum, har allur maturin, ið verður nýttur í suppuni, er fingin ókeypis frá handlum og heilsølum eitt leygarkvøld - matur, ið annars var tveittur burtur.
JáH (y) 15.05.2018
Kelda: Tórshavnar Kommuna