NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tunlarnir Norður um Fjall latnir upp

20/12/2024

Comments

 
Picture
Røðan, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, helt í sambandi við at tunlarnir Norður um Fjall lótu upp.

Góðu áhoyrarar – góðu tykur øll, sum búleikast her í økinum og hava tilknýti og alsk til hesar gimsteinar norðantil í okkara vakra landi.

Í dag er ein stórur dagur. Ein stórur dagur fyri tykkum her í økinum og eisini fyri okkum øll, sum javnan vitja í økinum – nú sambandið við restina av Føroyum og harvið eisini út í heim verður dagført við nýggju tunlunum Norður um Fjall.

Í februar eru tað 4 ár síðani fyrsta flagið varð loyst í Ánunum. Fyrsta skotið varð tó ikki skotið í Árnafirði fyrr enn 30. september sama ár. Hetta var í 2021, so arbeiðið at gera tunlarnar báðar og vegaføringar hevur tikið nakað omanfyri 3 ár.
Nýggi Árnafjarðartunnilin og nýggi Hvannasundstunnilin – vórðu skotnir ígjøgnum í november í 2022 – og síðani hevur verið arbeitt við at gera tunlarnar og vegir lidnar. 
***
Nýggju tunlarnir Norður um Fjall koma ístaðin fyri teir gomlu tunlarnar, sum eru frá 1965 og 1967 – og eg haldi, at tað er breið semja um, at teir tunlarnir ikki eru tíðarhóskandi longur – og hava ikki verið tað í rættiliga nógv ár.

Ongin ivi er um, at gomlu tunlarnir Norður um Fjall hava verið ein avmarking, tá hugsað verður um okkara modernaða samfelag, har gott samband millum bygdir, býir, oyggjar og eisini lond er ein avgerandi partur av trivnaðinum í gerandisdegnum. 

Tað hevur týdning í okkara gerandisdegi, at okur lætt, skjótt og trygt kunnu ferðast til arbeiðis, í skúla, til tilboð innan ítrótt og mentan, til almenn tænastutilboð og ikki minst, tá okur skulu vitja familju og vinfólk.

Og tað er eisini sjón fyri søgn, at eitt gott og trygt vegasamband er ein týðandi liður í møguleikunum hjá økjum kring landið at mennast – hetta hava okur ikki minst sæð eftir at Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eysturoyar- og Sandoyartunnil eru komnir – við stórari jaligari ávirkan á hesi økini.

Nýggju tunlarnir Norður um Fjall fara at geva nýggjar møguleikar í bygdunum norðanfyri á Borðoynni og Viðoynni – og eg ivist ikki í, at okur eisini fara at síggja eina jaliga ávirkan í Svínoynni og Fugloynni, eins og okur hava sæð tað í Skúvoynni eftir Sandoyartunnlin lat upp fyri ferðslu undan jólum í fjør.
***
Nú nýggju tunlarnir lata upp fyri ferðslu, er tað ikki lætt at ímynda sær, at farleiðin her í økinum og fyri nógv fólk kring landið fyri bara 60 árum síðani var umvegis varðagøtur um fjøll og líðir, ella við báti og skipum frá einum fjørði til annan.
Menningin av føroyska infrakervinum hevur verið øgilig seinastu ártíggjuni – serliga við tunlum og undirsjóvartunlum. Hetta hevur broytt møguleikarnar hjá fólki, sum búleikast kring landið – og fara framhaldandi útbyggingar eisini at skapa betri møguleikar at liva, virka og arbeiða kring alt landið.

Infrakervið er útbygt ár um ár, men tørvur er framvegis á útbyggingum og ikki minst dagføringum og støðugum viðlíkahaldi – til frama fyri fólk í ymisku økjunum kring landið.

Landsstýrið arbeiðir út frá einum máli um, at Føroyar skulu bindast saman, soleiðis at okur kunna búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum. 
Tað er eisini út frá hesum máli: 
•    at gongd er sett á at byggja nýggj strandfaraskip – komandi ár verður farið undir nýggja Kalsoyarskipið
•    at nýggi Tjørnuvíkartunnilin er settur á skrá – har fyrsta skotið verður skotið komandi ár
•    at Suðuroyartunnilin er settur á skrá
•    og at játtanin til viðlíkahald av landsveganetinum er økt – hóast langt er eftir á mál.
***
Um eina lítla løtu lata nýggju tunlarnir Norður um Fjall upp – og við hesum verður eitt risafet tikið á samferðsluøkinum fyri fólk norðanfyri. 
Jú, dagurin í dag er sanniliga ein stórur dagur – ikki bara hjá tykkum her á leiðini, men fyri allar Føroyar – og fari eg at ynskja tykkum og okkum øllum hjartaliga tillukku við nýggju tunlunum Norður um Fjall.

Eg skal at enda bera eina serliga tøkk til Landsverk, sum við dugnaligum starvsfólkum og drúgvu royndum innan tunnilsgerð í dag letur enn ein tunnil úr hondum – og eisini ein hjartans tøkk til til Articon, Landsbyggifelagið, og EL Service, sum hava verið høvuðsarbeiðstakarar og hava latið úr hondum hetta valaverk, sum fer at verða til stóra gleði og gagns fyri okkum øll.

Takk fyri.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.