Seinasta vikuskiftið var onki undantak og har datt ein eldri kona, eitt ordans fall og nú má okkurt gerast við trupuleikan, so onkur ikki verður ordiliga sundurbrotin.
Her nakrar viðmerkingar á Facebook frá seinasta vikuskiftinum:
Eg datt uttanfyri Varpiđ í kvøld, í trappunum, á veg út, eg fekk eitt ordans fall, fototóli var í taskuni, filtri fór í fillir, eg sjálv havi mega ilt í øllum kroppinum, men eg slapp viđ skrekkin, einki var broti. Haldi ikki at hasar trappurnar eru tryggar at ganga á ☹️ein segđi mær, at á veg inn, datt ein onnur kona har eisini.
Var í Varpinum í gjárkvøldið. Tá vit gingu frammvið Angus til stoyptu trappurnar, skuldi til høvuðsdyrnar, gingu vit eftir ovasta partinum av trappunum. Har er kantur upp og kantur niður. Onkur frammanfyri meg mundi dotti um trinið upp. Tá øðrindini vóru liðug og fólk fóru til hús aftur. fóru vit eftir sama garði/trappu. Hesaferð gekk verri. Ein eitt sindur eldri dama datt tíverri niður á trappurnar. Hon kom á beinini aftur. Hugsi, her er brúk fyri onkrum rekkverki, garði ella líknandi áðrenn fleiri detta her.
Hasar trappurnar eru lívsfarligar, Trinini hava ójavna hadd, tad er sera vandmikið uttan av sperring Eg eri eisini dottin har, har eru nógv dottin Og nógv fara at detta um einki verur gjørt, Onkra hava tey fyngi til lívs aftur, Tann sum hevur góðkent hasar trappur skuldi fyngi stóra bót 🎅
Veit ikki um tað var meg tú sá á veg inn, trinið niður var hagri enn eg roknaði við og fekk eg eitt hald í ryggin og havi ilt, men tíbetur ikki alvorligt. Ansi tykkum sum ganga har !
Annars ein sera góð konsert, takk fyri 🎹☕️🎄
Veit um ein eldri mann sum datt har og breyt seg sundur 😞
Hatta er onki at bíða við, fái loyst handan trupuleikan beinanvegin, helst í gjár, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.
Símun á Høvdanum
RSS Feed