kl. 10.00 - Norðoya Bátafelag - í gamla Roykivirkinum, Faktorsvegur 6. Boðin verður ókeypis morgunmatur.
kl. 10.00 - 16.00 Spinnaríið. Spinnaríið við ánna vitjar á Torradøgunum í Klaksvík.
kl. 10.00 - 16.00 Lær at spinna tín egna tráð á lítlastrá. Guðrun Sundar Hansen hevur skeið í ullavirking í Spinnarínum. Tilmelding: Senda boð við tínum navni og bústaði til [email protected]. Prísurin er 400 krónur um dagin.
Eisini sýnir Jana Skorheim Sørenensen fram hondgjørd teppi.
kl.10.00 – 14.00 Dugni, Tinghúsið. Listaframsýning við Louisu Sivertsen.
kl. 10.00 - 14.,30 - Opið Hús á TSK. Allar deildirnar á skúlanum hava opið, og til ber at kunna seg um virksemið á skúlanum. Ymiskar kappingar verða á ymsu deildunum. Eitt nú verður altíð væl umtókta páskaregg-kappingin hjá Serbreytini aftur á skrá. Evnið hesa ferð er “Standmyndir í Klaksvík”. Serbreytin bjóðar eisini vaflur, kaffi og saft.
Komandi næmingar og avvarðandi hava eisini møguleika at síggja umstøðurnar á næmingaheiminum. Lestrarvegleiðarar vegleiða um útbúgvingarnar á skúlanum.
Kl. 10.00 Gakk og Renn (tiltakið er avlýst)
kl. 11.00 - Rennibreytin VK 6. Treysti skipar fyri rennikapping. Kappingin er ein partur av Raska vetrarkappingini í renning. Tilmelding fer fram á staðnum áðrenn kappingarbyrjan ella online á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, sum er www.fif.fo.
Kl. 11.00 – 14.00 - Torra sjálvtøkuborð á TSK - Matvørudeildin. Næmingar á Matvørudeildini TSK bjóða eitt Torra-sjálvtøkuborð. Borðreitt verður við rávørum úr sjónum. Eisini verður okkurt søtt og gott omaná. Atgongumerki til Torra-sjálvtøkuborðið á 100 kr. fáast í TSK á degnum.
kl. 11.00 Magnstøðin í Klaksvík. Bestu Torra-epli og røtur úr Trøðum av Sandi fáast til keyps. Miðstovugarðurin á Sandi 220203.
kl. 11.00 – 15.00 Í Aulini á Skúlatrøð - TeknmálsCafé
Karl Haldorsson Johansen, borgarstjóri heldur røðu og setur Cafáina. Kantinan opin, selur vaflur og drekka. Brunnurin og postarenning til børn byrjar. Tónleikur - Absalon spælir og Unn syngur
12.00 – 13.00 Í Aulini á Skúlatrøð - TeknmálsCafé. Sjómenn við niðursettari hoyrn, m.a. skiparar, siga frá teirra lívi umborð á skipi og um Bláubók í sambandi við niðursetta hoyrn.
13.00 – 14.00 Pallborðsfundur: ”Kunnu fólk við niðursettari hoyrn verða sjómenn? Hvat siga altjóða reglurnar”?Orðstýrari er Beinta Løwe
14.30 – 15.00 Teknmálstulkar greiða frá arbeiði sínum
Kl. 12.30 Christianskirkjan. Torramatiné við Klaksvíkar Hornorkestri. Spæld verða góð og hugnalig løg.
Kl. 14.00 – 16.00 Varpið - Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk. Ein afturlítandi framsýning.
14.00 – 17.00: Dragin Opið skip umborð á Draganum.
Kl. 15.00 – 20.00 Gallarí Á Stongunum. Listaframsýning við Lydiu Petersen og Jógvan K. Glerfoss.
Kl 16.00 Foyerini í Varpinum: Vilji er lekjandi máttur
- Nýggj bók um buldrasliga lívið hjá Gunnari Hjelm verður løgd fram og umrødd.
Kl. 21.00 – 01.00 Café Fríða. Torra Quiz - Sjómansquiz og hugnaløta - Ein spurnarkapping um fisk og bátar. Sámal Petur í Grund og Martin Vágsheyg skipa fyri
Klaksvíkar Kommuna
RSS Feed