Har vóru nógv fólk og keypti sær hummara og aftaná var høvi at fara inn í Gamla Seglhúsið og royndarsmakka hummarasúpan, sum Gutti Winther borðreiddi við.
Smakkaði óført og har vóru nógv góð fólk og vitjaðu, eitt nú blaðstjórin á Norðlýsinum, borgmeistarin, Magnus lækni og fleiri, lagið var gott á fólkum. Sølan heldur fram til klokkan 18.00 ídag.
Her myndir frá tiltakinum á Gamla Seglhúsið, sjá niðanfyri.
SáH