Íkvøld hin 22. september, verður fyrilestur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni kl.19.30.
Tað verða hjúnini Birgitte og Poul Nygaard, ið koma at hava fyrilestur við heitinum “Hvordan deler vi liv med hinanden efter dødsfald?".
Birgitte er námsfrøðingur, og Poul er lækni. Tey hava seinastu 17 árini havt sorgarbólkar í Norðurjytlandi. Tey fara at greiða frá sínum arbeiðsháttum, og høvi verður at seta spurningur. Fyrilesturin er ætlaður øllum, ið kenna til sorg ella eru um menniskju, ið eru í sorg.