
Nógv arbeiði er avgreitt, og okkurt er Sjúkrahúsverkið enn ikki komin á mál við. Ein av uppgávunum, sum vantar enn, er prostata skanningar. Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum arbeiða miðvíst við at koma á mál við hesum og fær hetta arbeiðið dyggan stuðul frá okkum øllum í leiðslubólkinum fyri Sjúkrahúsverkið.
Enn verður skannarin ikki nýttur til fulnar, men tað verður arbeitt miðvíst fram ímóti hesum, so borgarar kunnu fáa øll sløg av skanningum bjóðaðar í Føroyum. Vit síggja fram til, at allar viðkomandi skanningar kunnu leggjast í fasta legu í Føroyum, eisini prostata.
Alexandra á Dul
Sjúkrahúsverkið
Her myndir frá tá ið skannarin bleiv tikin í nýtslu: