Roynt var at fáa tey út aftur úr lyftini, men tað gekk sera long tíð og ikki fyrr enn ein tíma og 45 min. aftaná eydnaðist tað umsíður teimum báðum at koma út aftur.
Alarm knøtturin í lyftini virkaði ikki, men tíbetur høvdu tær telefon við og hon bleiv brúkt til at boða frá og eisini bleiv hon brúkt til at tær báðar høvdu ljós í bøla myrku lyftini.
Fyristilla tykkum at tær ikki høvdu telefon við, so kundi verið heilt galið og um ein av teimum hevði klaustrofobi, so tori eg ikki at tonkja hvat kundi hent.
Hetta má undir ongum umstøðum henda og slett ikki á einum røktarheimi, tí tað kundi fingið álvarsligar fylgur. Fólk sum búgva á Heiminum við Vágna eru sera veik og vildi illa til, so kundi ein fingið eitt tilfeldi í lyftini hesu longu tíð bíða var eftir at hurðarnar fingist uppaftur. Tíbetur spældi alt væl av, Eldra konan var blivin turr í hálsinum, tyst og móð og tann yngra var blørusprongd, men tær báðar fingu ein ordans skelk fyri lívið.
Veit ikki um Heimið við Vágna hevur eitt neyðstreymsanlegg og um tað var í ólagi?. Var tað orsøkin til hendingina í gjár, so hevur alstóran týdning at fáa rættað feilin sum skjótast, helst í dag, so slíkt ikki hendur aftur í framtíðini.
Havi alt gott at bera arbeiðsfólkunum í Heiminum við Vágna, tey gera sítt allerbesta hvønn dag og hava onga skyld í tí sum hendi í gjár, tey kundi so onki gera við at streymurin fór, men har má gerast okkurt skjótast gjørligt og eg vóni fyri Guds skyld fyri Klaksvíkar Kommunu, at Heimið við Vágna hevur eitt neyðstreymsanlegg.
Livst so spyrst.
Símun á Høvdanum
RSS Feed