
Í sketchuni fortelur Stormy Daniels, at ein stormur er á veg og Trump má heldur vera til reiðar, at taka ímóti henni.
Alec Baldwin spældi Trump og Ben Stiller spældi advokaturin hjá Trump, Michael Cohen. Og hetta hevur sikkurt sett pissi enn meiri í kók hjá Trump, tí sum kunnugt, so tolir Donald J. Trump ikki gronina av Alec Baldwin.
Stormy Daniels heldur uppá, at hon og Trump vóru saman í 2006 - einans fýra mánaðir eftir, at Melania Trump føddi yngsta sonin, Barron. Hon hevur eisini saksøkt Trump fyri at seta seg í eina støðu, har hon følir tað, at hon varð noydd til at lúgva.
JáH (y) 07.05.2018