Íslendsk kanning vísir, at virkni í felagsskapum heldur børn og ung frá rúsdrekka og rúsevnum í stóran mun.
Børn og ung standa í áralongum bíðilistum at sleppa til sálarfrøðing.
Sersambond og feløg teirra er ómetaliga heilsufremjandi og fyribyrgjandi. Sjálvboðið arbeiði lyftir, har tað almenna ikki orkar.
Fólkaflokkurin vil stuðla sjálvbodnum virksemi á øllum økjum.
Fólkaflokkurin vil virka fyri, at føroyingar sum sjálvstøðugt fólk, skal hava kunnleika til søgu, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap.
Gott val
X við A
Fía Selma Nielsen