"Ikki væl vori í morgum, eg skal til dialýsu í Tórshavn KL.09:00, her ongin tjansur at koma til Tórshavn. Nú vilti tað veri mega gott um dialýsan var á KL.Sjúkrahúsi. Eg havi plássi í Tórshavn í dag og so aftur mánadagin. Eg kann ikki bíða so leingi. Um ikki eg kann koma til Tórshavn kemur at standa illa til. Hettar er eitt dømi um hvussu umráandi tað er at fáa dialýsuna á KL.Sjúkrahús. Tær flestu nyrasjúkrarøktarfrøðingarnir búgva uttan fyri havnina, tær kunnu heldur ikki møta. Tað eru eisini nakrar nýrasjukrarøktarfrøðingar i havn. Tað eru fleiri við mær sum skullu til dialýsu i dag".
Karsten Hansen, tak nú um endan og fá viðgerðina at virka í Klaksvík, hetta kann enda galið.
SáH