NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Sóttarhalds-tíðarskeiðið verður stytt úr 10 døgum niður í 7 dagar

3/12/2021

Comments

 
Picture
Farsóttarnevndin hevur í dag tikið avgerð um at stytta sóttarhaldstíðarskeiðið úr 10 døgum niður í 7 dagar.

Hetta merkir, at tey, sum eru avbyrgd og hava fingið staðfest korona, og tey, sum eru í sóttarhaldi, tí tey hava verið í sambandi við ein smittaðan persón, framyvir skulu í sóttarhald í 7 dagar.

Tey, sum eru avbyrgd

Hevur tú fingið staðfest korona, skalt tú í sóttarhald í 7 dagar frá sjúkutekini byrja og/ella positivum kanningarúrsliti. Seinastu 48 tímarnir skulu vera  uttan sjúkutekin. Tað vil siga, hevur tú ikki havt sjúkutekin 6. og 7. dag  av avbyrgingini, sleppur tú úr sóttarhaldinum 8. dagin.

Tey, sum eru í sóttarhaldi

Ert tú ikki fult koppsettur og hevur tú havt beinleiðis samband við ein, sum hevur fingið staðfest korona, verður mælt til, at tú fert í sóttarhald í 7 dagar frá seinastu kontakt við tann positiva. Mælt verður til, at tú kannar teg 4. og 6. dag. Hevur tú eitt negativt kanningarúrslit frá 6. degi, sleppur tú úr sóttarhaldinum 8. dagin.

Ert tú fult koppsettur og hevur tú havt beinleiðis samband við ein, sum hevur fingið staðfest korona, verður mælt til, at tú ert varin og kannar teg 4. og 6. dag frá seinastu kontakt við tann positiva.

Serlig fyrivarni í sambandi við Omikron-fyribrigdi

Í løtuni verða allir smittutilburðir, sum koma úr útlandinum, gensekventeraðir.

2. lið:

Meðan kanningin verður gensekventera, setir Landslæknin fleiri persónar í sóttarhald, fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing. Hetta merkir, at øll sum hava verið í beinleiðis samband við tann smittaða persónin – hesir persónar eru 2. lið - verða sett í sóttarhald í 7 dagar – bæði ókoppsett og koppsett.

Persónar í 2. liði verða biðin um at kanna seg fyri korona beinanvegin.

Tá úrslit frá gensekventeringini er greitt, sleppa tey í 2. liði, sum eru koppsett, úr sóttarhaldi, tá staðfest er, at talan ikki er um Omikron fyribrigdið. Ókoppsettir persónar í 2. liði skulu verða í sóttarhaldi í 7 dagar.

3. lið:

Tey, sum hava verið í beinleiðis samband við 2. lið – tað vil siga persónar í 3. liði – verða eisini biðin um at fara í sóttarhald í 7 dagar – bæði ókoppsett og koppsett.

Persónar í 3. liði sleppa úr sóttarhaldi, um teirra samband úr 2. liði fær eitt negativt kanningarúrslit.
 
Kunning um sóttarhald verður dagført samsvarandi her á korona.fo skjótast gjørligt.

Heilsumálaráðið og Føroya landsstýrið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.