
Vit savnast 10 ferðir, har ymisk evni verða tikin upp, og har hvør luttakari hevur høvi at tosa um sína støðu.
Í einum sorgarbólki møtir tú øðrum, sum hava mist. Tú kanst tosa um alt tað, sum er torført og hoyra um, hvussu onnur hava tað. Tú kanst finna stuðul og møguligar loysnir til ein øðrvísi gerandisdag.
Prestarnir, Marjun og Hanus, saman við Elisabeth Akursmørk og Gudny Magnussen, leiða bólkin.
Tilboðið er ókeypis. Miðað verður eftir at byrja hálvan januar. Hevur hetta tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Marjun Lómaklett, tlf. 237345 ella Hanus á Gørðum, tlf. 237346.