
Á hesi vegleiðandi lýsing sært tú, hvussu krossurin skal setast og hvussu hann ikki skal setast, sí her
§ 13, stk. 3 í kommunuvallógini ásetur, at “veljarin setir kross annaðhvørt fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella fyri einum av valevnunum á hesum sama lista”.Kommunuvallógin sigur eisini í § 15, stk. 5, at ein atkvøðuseðil er ógildur,
- um tað ikki við vissu sæst, hvønn valevnislista veljarin hevur viljað atkvøtt fyri,
- um atkvøðuseðilin er øðrvísi vorðin enn teir, sum útflýggjaðir eru til atkvøðugreiðsluna,
- um á atkvøðuseðilin er skrivað annað enn ein krossur ella valevnisnavn, ella um atkvøðuseðlinum við vilja er givið slíkt eyðkenni, at tað sæst, hvør veljarin er.
Kelda: Løgtingið