Fyri jól fór byggifyritøkan KBH undir byggiverkætlanina Skýlið til sjúkraflutningstænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Nú er tann tyngsti parturin av arbeiðinum avgreiddur, sum millum annað fevnir um tey stóru betongelementini.
Hetta hevur ikki verið ein bara-bara uppgáva, tí millum annað fevnir tekjan um seks betongelementir, har hvørt betonelement vigar 5,5 tons.
Í dag skipaði Landsverk, sum er byggiharri, fyri reisigildið, sum varð hildið fyri handverkarum, ráðgevum og okkum á sjúkrahúsinum.
Arbeiðið er nú væl ávegis, og gongst alt sum ætlað, verður skýlið til sjúkrabilarnar liðugt í mai.
Regin Mortensen, ambulansaviðgeri, sigur, at hetta er ein fantastisk verkætlan, tí hon fer at bøta um trygdina hjá bæði sjúklingum og ambulansaviðgerum, tá ið sjúklingar verða fluttir út og í sjúkrabilin. Við nýggja skýlið koma tey at standa í lívd fyri vindi og regni, og tað ger arbeiðsumstøðurnar bæði tryggari og betri.
Harumframt skal nýggja skýlið hýsa sjúkrabilum, og eitt lítið goymslurúm verður eisini gjørt til amboð og dekk hjá sjúkraflutningstænastuni.
Vit øll á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fegnast um arbeiðið og gleða okkum at kunna taka skýlið í nýtslu.
Fleiri myndir, klikk her: "Skýlið til Sjúkraflutningstænastuna"
Tekstur og mynd: KS
Klaksvíkar Sjúkrahús
RSS Feed