Upplatingartíðir
Gerandisdagar: kl.15.00 til - 20.00
Leygardag: kl. 10.00 til 20.00
Sunnudag: kl. 15.00 til 20.00
Til ber at leiga skoytubreytina gerandisdagar frá kl. 08.00 til 15.00. Leiga skoytubreytina við at senda eina boð á boðklivan á facebook ella send ein teldupost til [email protected].
Eins og hini árini kunnu umstøðurnar at skoyta ávirkast av veður og vindi, tí verða tað eisini dagar í vetur, har neyðugt verður at steingja skoytubreytina. Tí heitir kommunan á øll, um at fylgja við á facebook síðuni: Skoytubreytin í Klaksvík. Á síðuni ber til at kunna seg um upplatingartíðir og um annað virksemi, sum viðvíkur økinum við skoytubreytina.
Klaksvíkar Kommuna
RSS Feed