Teir hava ordiliga rokast og á góðum Klaskvíksmálið, so eru teir skítfullir, nú teir kom aftur í morgun klokkan 05:00. Teir hava bara fiska í 3-4 dagar.
Teir hava 266 tons av gullaksi og landa teir til Kósina nú aftaná døgurað.
Í morgun landaðu teir Stjørnuna og Polarhav, sjá myndir tiknar í morgun klokkan 08:06, teir vóru eisini fullfermdir og høvdu 248 tons ella 800 kør av gullaksi.
Kósin landar og síðani verður gullaksurin koyrdur til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.
Skoraberg og Fuglberg byrjaði túr tann 8. mars og væntandi fara teir túr aftur í kvøld ella í morgin.
SáH