NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Síðsta skotið latið av í Eysturoyartunlinum

7/6/2019

Comments

 
Billede
​Tað var Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharrin og Teitur Samuelsen stjóri í Eystur og Sandoyartunlar, sum lótu tað síðsta skotið av. Eysturoyartunnilin er tjúgundi tunnilin í Føroyum og er hann tilsamans 11 kilometrar og 250 metrar til longdar.

Her røðan hjá Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharrin.

Góðu tit øll!

Hjartaliga vælkomin til hesa fagnaðarløtu!

Her verður skrivað føroysk tunnils- og ferðslusøga, tí við seinasta skotinum í Eysturoyartunlinum seta vit á seinasta partin av Føroya størstu samferðsluútbygging nakrantíð.

Eysturoyartunnilin verður tjúgundi tunnilin í føroyska samferðslukervinum, og hartil er hann eisini tann longsti.

Tilsamans 11 kilometrar og 250 metrar er hann til longdar, og til samanberingar er tunnilin, har hann er lægstur, líka langt undir havinum, sum Norðskálatunnilin er yvir havinum. Norðskálatunnilin er góðar 192 metrar yvir havinum, men lægsta punktið á Eysturoyartunlinum er 187 metrar undir havinum.

Tað kanska sigur okkum eitt sindur um, at her er talan um tøl, vit ikki hava sæð ella hoyrt um áður, nú Eysturoyartunnilin verður skotin ígjøgnum og skal gerast liðugur.

Arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin byrjaði fyrst í hesi øldini, tá ið privatir aktørar á fyrsta sinni tóku stig til kanningar, so finnast kundi útav, um møguleiki var at gera henda tunnil.

Í mong ár arbeiddu bæði løgting og landsstýri út frá ætlanum um eina privata tunnilsloysn, men tá ið Eysturoyartunnilin av álvara varð settur í gongd, var tað tó við einum almennum tunnilsfelag.

Løgtingið samtykti í 2014 at fara undir at gera ein undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna, og byrjaði hetta arbeiði ítøkiliga við, at skjøtil varð settur á vegagerðina í 2016.

Tað mesta hevur tó snúð seg um at bora, og fyrsta skotið varð latið av á Strondum tann 21. februar í 2017 – tað vil siga fyri gott og væl tveimum árum síðani.

Skjótt og væl hevur gingist, og tí kunnu vit standa her í dag, klár at skjóta ígjøgnum, so opið verður undir sjóvarmálanum millum tær báðar størstu oyggjarnar í landinum.

Samstundis verða høvuðsstaðurin og fólkaríka og virkisfúsa økið kring Skálafjørðin bundin saman, so tað um hálvtannað ár verður koyrandi ímillum.

At henda stóra verkætlan er komin so langt, at bara hetta eina skotið er eftir, kennist onkursvegna óveruligt, men er so sanniliga eisini gleðiligt, tí hetta verður eitt frambrot av teimum heilt stóru í Føroya søgu.

Eysturoyarunnilin er triði undirsjóvartunnilin, men er tó øðrvísi enn hinir báðir, tí hann hevur tríggjar munnar – ein á Hvítanesi, ein á Strondum og ein í Runavík.

Hetta hevur so eisini við sær, at undir Tangafirði verður ein rundkoyring, sum er tann einasta í heiminum á havsins botni, soleiðis at vegurin av Hvítanesi fer í tvey – annar tunnilin fer upp á eystara armi og hin á vestara armi á Skálafjørðinum.

Hugsa vit bara í asfalti og kilometrum, mugu vit ásanna, at føroyska samferðslan stígur inn í eina nýggja øld, tá ið vit í desember næsta ár kunnu koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Av samlaða veganetinum í landinum, sum liggur um góðar 900 kilometrar, fara tá næstan 55 kilometrar at vera tunlar – og av hesum vera góðir 22 kilometrar undir havinum.

Eysturoyartunnilin er tó annað enn asfalt og kilometrar, tí einki er at ivast í, at hetta nýggja fasta sambandið fer at skapa nýggjar møguleikar, ið serliga fara at síggjast í miðøkinum í Føroyum.

Allur Skálafjørðurin merkir longu nú spenningin, tí tunnilin gevur vinnuligar møguleikar, ið ikki vóru áðrenn, samstundis sum bústaðarmynstrið longu er broytt.

Stórur áhugi er fyri at búseta seg á Strondum, Skála, Toftum og í Runavík, umframt í bygdunum í grannalagnum, nú stutt verður at ferðast ímillum og eisini suður til Havnar.

Somuleiðis vísa allar royndir av slíkum tunlum, at Havnin hevur stórar avbjóðingar fyri framman, tí ferðslan fer at økjast munandi, tá ið Eysturoyartunnilin er veruleiki.

Dvølja vit við tann vinnuliga vinningin við Føroya longsta undirsjóvartunli, fer hann at broyta gerandisdagin hjá túsundtals føroyingum.

Alt snýr seg í dag um tíð, tí einki er so avgerandi fyri virðisøking sum tíðin, vit brúka, tí skjótari alt gongur, størri eru líkindini fyri at fáa meira burturúr.

Bæði vinnan og vit øll fara at merkja mun, tá ið farleiðin millum Skálafjørðin og Havnina fer úr einum tíma niður í eitt gott korter.

Tað sama við einum túri úr Havn til Klaksvíkar, tí í rundum tølum styttist hann úr meira enn einum tíma og niður í gott og væl ein hálvan tíma.

Síggja vit fyri okkum, at henda tíðin, ið kann sparast, verður gagnnýtt sum frægast, verða tað ikki minst familjurnar, ið kunnu fáa so ómetaliga nógv meira burturúr.

Allir hesir spardu tímarnir geva fólki møguleika at brúka tíðina saman við familjuni og børnunum ella til onnur áhugamál, sum stundir kanska ikki eru til í dag.

At alt kann ganga skjótari, fer eisini at gagnast vinnuliga kappingarførinum og landsbúskapinum sum heild.

Og at helvtin av okkum føroyingum fara at búgva í einum øki, har koyritíðin ikki er nakað ein nýtist at hugsa um, kann eg sum avvarðandi landsstýrismaður bara fegnast um.

Tá ið so Sandoyartunnilin um fá ár eisini verður til veruleika, verða 90 prosent av føroyingunum knýttir saman í sama veganet, og kunnu vit tá ferðast, hagar vit vilja, tá vit vilja.

Og so er tað bara hugflogið, ið setur markið fyri, hvussu væl vit kunnu knýta allar Føroyar saman, uttan at neyðugt verður við sjóvegis sambandi.

Tá ið vit so eisini fara at fáa Suðuroyartunnilin, fara mestsum allir føroyingar at hava í mesta lagi ein tíma um at koma til høvuðsstaðin ella miðøkið. Álitið um Suðuroyartunnlin fær landsstýrismaðurin handað í næstu viku, so spennandi verður.

Tað, at vit í dag skjóta ein tilsamans gott og væl 11 kilometra langan tunnil ígjøgnum, er partur av eini størri ætlan, ið gevur bæði royndir og møguleikar, vit kunnu fáa nógv burtur úr í framtíðini.

Sandoyartunnilin, ið nú verður farið undir at bora, verður við sínum 10,8 kilometrum Føroya longsti undirsjóvartunnil í einum strekki, og tá ið hann er komin, er heilt natúrligt at fara víðari.

Tá ið Vágatunnilin sum tann fyrsti undirsjóvartunnilin kom í 2002, vóru nógvar atfinningarsamar røddir at hoyra, men eftirtíðin hevur víst okkum, at hetta var ein røtt leið at fara.

Higartil kunnu vit so í øllum førum staðfesta, at henda øldin hevur verið ein sera spennandi tíð at liva í, tí hon hevur givið okkum nógvar møguleikar, vit kunnu gera nyttu av.

Nýggja føroyska samferðslan fer at leggja góðan botn undir framburð í samfelag okkara, so tað kann mennast enn meira og umstøðurnar gerast betri hjá okkum føroyingum.

Tá ið skotið varð ígjøgnum í Rókini fyri fýra vikum síðani, kundi eg ásanna, at var tað ikki fyri einum góðum og vælskipaðum innsatsi frá øllum pørtum, var hetta arbeiði ikki komin so langt.

Nógv arbeiðsorka og nógvir arbeiðstímar eru lagdir í Føroya størstu samferðsluútbygging.

Eingin sum helst ivi er um, at Eysturoyartunnilin hevði ikki verið veruleiki uttan tykkum arbeiðsfólk og ráðleggjarar, og tí hava tit so sanniliga eisini uppiborið eitt stórt herðaklapp! Takk fyri.

Tað er tykkum fyri at takka, at vit í dag kunnu fegnast um seinasta skotið í Eysturoyartunlinum, og tað er tykkum fyri at takka, at vit nú skjótt kunnu koyra ígjøgnum tunnilin.

Við hesum orðum vil eg ynskja Tunnilsfelagnum, NCC og undirveitarum, ja – øllum Føroya fólki- tillukku við seinasta skotinum og góða eydnu við arbeiðinum frameftir.

Væl er arbeitt higartil, og vit gleða okkum øll, til komið er á mál í desember 2020.

Nú fari eg teir 5274 metrarnar inn í Eysturoyartunnilin at skjóta seinasta skotið!

Takk fyri!

Heðin Mortensen

Billede
Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.