NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sirið Stenberg setti ráðstevnu um náttúruendurbøting

24/11/2024

Comments

 
Picture
Tað er alneyðugt at vit fara undir at endurbøta stóru skaðarnar á náttúruna, samstundis sum vit tryggja eina betri javnvág millum vernd og brúk av náttúruni í framtíðini. Tað vóru nakrar av niðurstøðunum á áhugaverdu ráðstevnuni um náttúruendurbøting og verkætlanina lendisbata, sum Tjóðsavnið og Miðnám í Vestmanna skipaðu fyri 22. november 2024.

Tað var ein fjølbroytt skrá, við fyrilestrum, filmum, framsýning og kjaki, ið varð løgd fram fyri mongu luttakararnir á ráðstevnuni, sum var í Miðnámi í Vestmanna. Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á Plantudeildini á Tjóðsavninum, bjóðaði vælkomin og greiddi frá verkætlanini Lendisbata, ið hevur granskingarstovnar, bøndur, skúlar og útbúgvingarstovnar sum samstarvspartar.  Við verkætlanini hava tey sett sær fyri at varpa ljós á náttúrustøðuna í Føroyum hvat viðvíkur sliti, vernd og endurbøting.

Íðunn Hauksdóttir, serfrøðingur frá íslendska stovninum Land og Skógur, greiddi frá, hvussu tey arbeiða við endurbøting av vistskipanum í Íslandi. Longu í 1907 var ein stovnur skipaður, ið fór undir endurbøting av lendinum í Íslandi, sum hevði fingið stóran skaða av foksandi.

Bjørn Kalsø, bóndi á Blankskálagarði á Syðradali, greiddi frá arbeiðinum við at endurbøta stóru skriðuna, sum leyp í 2000 og frá virkseminum á garðinum. Hóast áseyðatalið á garðinum er minkað, so fæst meir burturúr. Bjørn gjørdist partur av Lendisbata, tí verkætlanin ljóðaði áhugaverd, og var í tráð við tað, ið pápi hansara hevði sagt, um at náttúran gevur, um hon verður væl viðfarin.

Ragnheiður Bogadóttir, granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, setti spurningin, hví verja náttúruna? Hon vísti á støðugu niðurgongdina í lívfrøðiliga margfeldinum og vaksandi útlátið av veðurlagsgassum. Ragnheiður vísti á týdningin av náttúrusambondum – at vit viðurkenna virðið av tí relationella sambandinum millum menniskja og náttúru.

Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi og Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur í Búnaðargrunninum, greiddu frá norðurlendsku verkætlanini um burðardygt hagabit og bóklingin At lesa landið, sum kom út í 2007, men sum framvegis er sera viðkomandi.

Næmingar á Miðnámsskúlanum í Vestmanna eru við í verkætlanini Lendisbati, og tey høvdu gjørt áhugaverdar plakatir, ið greiddu frá árini av skriðum, jarðrivi og menniskjum.

Ráðstevnan endaði við kjaki.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, setti ráðstevnuna. Niðanfyri er røðan hjá landstýriskvinnuni:

Góðu fyriskiparar, góðu tit øll

Eg eri sera fegin um at fáa høvi at seta hesa týdningarmiklu ráðstevnu um náttúruendurbøting og verkætlanina Lendisbata, sum Tjóðsavnið og Miðnám í Vestmanna skipa fyri í felag. Verkætlanin Lendisbati er serstøk við tað, at bæði føroyskir og norðurlendskir granskingarstovnar, bøndur, skúlar og útbúgvingarstovnar eru við í verkætlanini. Eg eri serliga fegin um at næmingar úr Miðnámi eru við í hesi týdningarmiklu verkætlanin – og at eisini næmingar úr øðrum skúlum kring landið sýna verkætlanini ans og eru við á ráðstevnuni.

Vit í Føroyum liva í og av náttúruni. Hon er okkara tilverugrundarlag – eins og hjá flestu heimsins fólkum. Ofta hava vit lyndi til at hugsa um náttúruna sum okkara kova, sum nakað vit skulu hava burturúr. Vit hava jú allar dagar livað av tí, sum bøur, bjørg og havið ber. Seinnu árini er tilvitið um náttúruna, eisini sum rekreatión og sum nakað, sum er gott fyri okkara trivnað, eisini økt. Sýnið á náttúruna broytist og vit síggja eitt breiðari og størri virði í náttúruni og margfeldinum. Eitt virði, sum ikki bert snýr seg um hvat er gott fyri okkum, men eisini hvat er gott fyri náttúruna sjálva.

Vit eru øll partur av okkara vistskipan og tað er neyðugt at síggja hetta bæði í tí stóra og í tí smáa. Hvør fuglur, hvørt gras, hvør blóma, hvør steinur, hvørt kykt, hvørt vatn – øll eiga tey lut í vistskipanini. Broytist eitt, ávirkar tað eitt annað.

Føroyar hava lítið lendi og er mest hav. Skynsom nýtsla av landi og havøki er ein fortreyt fyri, hvussu vit kunnu liva her á landi – eisini í komandi ættarliðum. Tað er ikki alt, sum kann endurskapast.

Tí tørvar okkum eisini nógv meira vitan um lívfrøðiliga margfeldi, hvønn týdning tað hevur, og hvussu vit kunnu røkta og verja tað. Henda vitan má út í almenningin, soleiðis at vit saman búgvast at liva í samljóði við náttúruna og megna at lata samfelagsmenningina og náttúruatlit ganga hond í hond.

Trívist náttúran, trívast vit øll.

So stutt og greitt er tað orðað í faldaranum um Lendisbata, og tað kann valla sigast betri.

Hinvegin kunnu vit eisini siga, at trívist náttúran ikki, so trívast vit heldur ikki.

Tað eru yvir 30 ár síðani, at tað gjørdist heimssamfelagnum greitt, at lívmargfeldið var hótt, við tað at djórasløg og plantusløg hvurvu - alt skjótari.

Stig vóru tikin til ST-sáttmálan um lívmargfeldi, sum varð samtyktur í Rio de Janeiro í 1992. Síðani hevur heimssamfelagið støðugt sett sær sum mál at venda afturgongdini í lívmargfeldinum. Árini frá 2011 til 2020 vórðu útnevnd sum áratíggju fyri lívmargfeldi við tí endamáli at styrkja átøk fyri vernd av lívfrøðiligum margfeldi kring allan heim.

Tey 17 heimsmálini, sum limalondini í ST samtyktu í 2015, hava sum yvirskipað endamál at tryggja eina burðardygga, javna og góða framtíð fyri øll menniskju og náttúruna á jørðini innan 2030. Heimsmál nummar 14 og 15 snúgva seg um at verja lívið í havinum og á landi, og ásett er, at londini skulu gera sítt til at røkja vistskipanir, steðga afturgongdini í lívmargfeldinum og brúka náttúruna burðardygt í samsvari við altjóða avtalur.

Í 2022 samtyktu partarnir í ST-sáttmálanum um lívmargfeldi nýggj mál. 30 % av landøki, vøtnum og høvum skulu verða vard áðrenn 2030 fyri at verja lívmargfeldið í heiminum. Samtykt varð, at lívmargfeldi eigur at innganga í allar politikkir og sektorar, tí lívmargfeldi er ein avgerandi fortreyt fyri liviumstøðunar hjá okkum øllum.

Á 16. fundinum fyri partarnar í ST-sáttmálanum um lívmargfeldi, sum var í Kolombia fyri knøppum mánaða síðani, var høvuðsevnið at sameina burðardygga menning við sosiala javnvág. Á fundinum varð staðfest, at náttúruvernd eigur at vera partur av øllum økjum innan politikk og búskap, tí javnrættindi og virðiligi fíggjarlig kor hava týdning fyri vernd av lívmargfeldinum.

Á fundinum varð eisini staðfest, at vernd av upprunafólki og staðbundnum samfeløgum hava alstóran týdning fyri lívmargfeldið, tí hesi hava eina grundleggjandi og týdningarmikla vitan um lívmargfeldið á staðnum.

ST-sáttmálar, samtykir og heimsmál kunnu tykjast fjar og møtumikil - tí hvat megna vit í Føroyum fyri at verja lívmargfeldi heimsins?

---

Vit kunnu og eiga at gera okkara part, og her er Lendisbati ein serstakliga týðandi verkætlan. 

Føroyska náttúran er rík, men hon er eisini viðbrekin. Nógvastaðni síggjast sár í lendinum og jarðriv. Summi eru íkomin av náttúrligum ávum, summi av veðurlagsbroytingum - onnur av búseting, samferðslukervi og vinnu.

Havandi í huga tær stóru broytingar, ið eru farnar fram í okkara samfelag seinstu 30 árini, og tey árin á náttúruna, ið hava staðist av hesum útbyggingum, so er tað greitt, at burðardygd og endurbøting av náttúruni fara at fáa alt størri týdning fyri tí góða lívinum í Føroyum. Tað er eisini greitt, at vit mugu vera meira framsøkin og fyribyrgjandi á hesum øki.

Eg eri tí serstakliga fegin um verkætlanina Lendisbata, sum hevur sett sær fyri at fremja endurbøtandi átøk í føroysku náttúruni, at fyribyrgja jarðrivi, bøta um lívmargfeldið og endurbøta vátlendi til frama fyri kolevnisupptøku.

Ikki minst fegnist eg um tað breiða samstarvið í verkætlanini millum granskingarstovnar, bøndur, skúlar og útbúgvingarstovnar. Tað borgar fyri góðum! Tí hetta er ein felags uppgáva – til felags besta.

Náttúran er grundarlagið undir okkara lívi, okkara mentan, vinnu og trivnaði. Tí er tað eisini okkara felags ábyrgd at varðveita og bøta um hana – tí trívist náttúran, trívast við øll.

Eg ynski okkum øllum eina góða ráðstevnu. 

Takk fyri.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.