Grindin er merkt, og seðlarnir koma út á Vestaru bryggju umleið klokkan 8. Nærri verður at frætta um hetta klokkan 7.
142 hval løgdu beinini í Sandágerði í gjárkvøldið. Teir eru tilsamans 1009 skinn. Grindin verður býtt í drápspartar. Oman fyri 1100 fólk og 150 bátar tóku lut í drápinum.
Grindin varð funnin í Nólsoyarfirði við tíggjutíðina í gjárkvøldið og varð hildin til ein tíma seinni.
Seðlarnir verða útflýggjaðir á Vestaru bryggju umleið klokkan 8.
Kelda: Tórshavnar Kommuna
SáH