SAS lukkar 90 prosent av teirra virksemi niður og er høvuðsorsøkin Corona virussið.
Stjórin í SAS Rikard Gustafson sigur at tað er ongin grund til at flúgva, nú øll ferðafólkini eru burtur. Hann sigur víðari, at tey 10.000 arbeiðsfólkini, sum nú eru send til hús, eru 90 prosent av teirra arbeiðsmegi.
Stjórin í SAS Danmark Pauck Hansen sigur, at tað verður bara ein farleið sum verður opin í Danmark og tað er hon frá Keypmannahavn til Aalborg, passar tað so verður rutan ímillum Føroyar og Danmark væntandi eisini niðurløgd í nærmastu framtíð.
Les meira her, “SAS neddrosler kraftigt: 4.000 danske ansatte sendes hjem”
SáH