NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Samgongan leggur eftir teimum á niðastu rók

10/12/2023

Comments

 
Picture
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka ikki undir við uppskotinum um orkuískoytið, men mæla samgonguni ístaðin til at gevast við at leggja eyka byrðar og avgjøld á føroysku húsarhaldini.

Ógvusligar príshækkingar hava verið seinastu tvey árini. Fyri tey allar lægst løntu varð í fjør samtykt ein skipan við oljuískoyti, og í ár samtykti eitt einmælt Løgting eitt hjálparískoytið til tey lægst løntu.

Talan var um 12.000 kr.um árið.

Hetta hjálparískoytið fer úr gildi á nýggjárinum, og landsstýrið er ikki komið við nakrari leingjan av lógini.

Ístaðin er landsstýrið komið við fyriliggjandi uppskoti um eitt orkuískoyti, sum verður 5.000 krónur fyri 2024, umframt at treytirnar fyri at fáa ískoytið verða herdar.

Av teimum 680 húskjunum, sum hava fingið hjálparískoytið í ár, væntar landsstýrið, at uml. 200 av teimum ikki fáa rætt til nýggja orkuískoytið. Talan er tí um eitt reint spariuppskot, sum rakar tey allar lægst løntu í samfelagnum. Útreiðslurnar til hjálparískoytið verða í ár góðar 8 mió kr.

Landsstýrið væntar, at fyriliggjandi uppskot við orkuískoyti bert fer at kosta 2 mió kr.næsta ár, t.v.s. ein sparing upp á 6 milliónir kr., sum gongur harðast útyvir tey á niðastu rók í samfelagnum. Hetta er ikki einasta byrðan, samgongan leggur á okkara land.

Í hesum føri á fólk við allar lægstu inntøkunum, sum eisini fáa einarøð av øðrum byrðum frá landsstýrinum at rinda. Sitandi samgongan hevur eina rúgvu av avgjaldshækkingum og lítið skiljandi spariuppskotum.

Bæði persónar og vinna standa fyri skotum.
Fyri persónar:

Hækka bensin-og dieselavgjald
Hækka brennioljugjald
Hækka el-prísin
Hækka kringvarpsgjaldið
Minka stuðulin til avlamisbil
Hækka egingjaldið á heilivág
Tey allar lægstløntu fáa hópin av avgjaldrokningum, men ongan skattalætta. Harafturat velur samgongan at lækka teirra orkustuðul úr 12.000 kr.í ár niður í 5.000 kr.næsta ár
Sum einasti bólkur er samtykt, at lestrarstuðulin ikki skal prístalsjavnast í 2024
Útvald siglandi skulu,sum tey einastu,ið arbeiða heimanífrá, missa frádráttir.
Sjómannafrádrátturin skal skerjast
Og frádráttir hjá útisiglarum skulu takast burtur

Men:
Vælbjargaði skulu hava stóran skattalætta

Akademikarar hava í krónum fingið dupult so stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar og Yngri læknar fáa tríggjar ferðirso stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar
Sendifólk skulu umframt serskipan av ovurstórari skattafríari viðbót fyri maka og børn, eisini hava barnafrádrátt

Fyri vinnuna eru rokningarnar stórar:
4-falding av toppskattinum á alivinnuna, sum longu hevur kostað 140 arbeiðspláss
 Munandi hækking av tilfeingisgjaldi á fiskivinnuna og teirra manningar, upp í 36% av landingarvirðinum, t.v.s.áðrenn hýrur og útreiðslur
Revsitiltøk móti Russlandi, sum bara raka føroyska veitaravinnu og tað meint
Hækka bensin-og dieselavgjald
Hækka brennioljugjald á vinnuna úr 0 upp til 100 oyru/ltr.
Hækka tungoljugjald
Hækka el-prísin munandi á vinnuna
Nýtt stórt avgjald á F-gass•Vinnan skal rinda fyri 7 teir fyrstu sjúkradagarnar í mun til 2 nú
Vinnan skal rinda størri part av løn til lærlingar, tá teir eru í skúla

Meirilutin heldur, at øll átøkini hjá landsstýrinum gera Føroyar til eitt verri og ójavnari samfelag.

Flestu spariuppskotini hjá landsstýrinum raka hart sperdar familjur, meðan útreiðslur til fyrisiting og lønarhækkingar til tey hægstløntu ótálmað renna avstað.

Landsstýrið er komið viðeini røð av avgjøldum á føroysku familjurnar og einum skattalætta, sum tey lægst løntu fáa lítið og einki av. At taka skatt inn frá fólki og so við til dømishesum uppskotinum gera fólk til klientar og biðja tey søkja um at fáa pengar aftur er ikki gagnligt fyri samfelagið. Heldur eigur landsstýrið at taka avgjaldsuppskotini aftur og broyta skattalættan, so tey við lægstuinntøkunumfáa ein munandi lætta.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkjauppskotið.

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, Árni Skaale, Fólkaflokkurin, Johan Dahl, Sambandsflokkurin, og Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.