NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sámal Jákup rundar tey 100 árini

22/11/2025

Comments

 
Picture
Seinnapartin í dag hevur verið hildin stórur føðingardagur í Leguhúsinum í Nesvík, hetta í sambandi við, at Sámal Jákup Petersen, ættaður úr Kvívík, fyllir 100 ár. Millum gestirnar var eisini Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, sum bar fram heilsan og røðu fyri Sámal Jákup og niðanfyri ber til at lesa røðuna:

Góði Sámal Jákup, kæra familja, góðu gestir.

Í dag hava vit æru av at savnast her fyri at heiðra einum serligum manni – einum sum hevur sett síni spor, bæði í familjulívi, í bygdini, í arbeiðslívi og sum borgari í Føroyum.

Tað er ikki hvønn dag, vit fáa høvi at hátíðarhalda ein hundrað ára føðingardag. Ella rættari, so siga tey mær, at kanska ongantíð áður er tað hent, at ein kvívíkingur fyllir 100 ár. Tí má sigast, at dagurin í dag ikki bara er stórur fyri tykkum familjuna, men eisini fyri bygdina og fyri alt landið.

Tygum Sámal Jákup, hava alt lívið verið ein raskur og virkisfúsur maður. Tað sæst aftur í øllum tí, sum tygum eru farið undir – og tað er ikki lítið. Sigast má, at tygum hava tænt bæði bygd og landi.

Í 1970-inum vóru tygum borgarstjóri í Kvívík, og ein av tínar størstu avrikum var at lata byggja nýggja skúlabyggingina, sum lat upp í 1976.

Hetta var stórt fyri bygdina og ein íløga, sum framvegis gevur bøtur.

Eitt annað gott dømið um trúgvu tænastu má sigast at vera uppgávan, sum tygum í nógv ár røktu: at hava  koyrikall til og úr Mjørkadali. Hetta fingu tygum eisini heiðursmerki fyri frá Færøernes Kommando.

Bæði hesi dømini siga nógvum, at tygum hava verið vælgerðin álitismaður, at tygum hava røkt arbeiðsuppgávurnar til lítar og altíð hava hildið lyfti. 

Longu sum 14-ára gamal gjørdist tygum hugtikin av øllum tí tekniska. Hetta vísti seg í 1939, har tygum, saman við øðrum ungum, luttóku á skúlaferð í Danmark. Tað tekniska gjørdi so stórt inntrykk, at tygum alt lívið hava hildið fast í hesum áhuga. Sigast má, at tað er næstan poetiskt at hugsa sær, at ein túrur við flogfari – eitt túrur, sum bara fýra børn fingu loyvi at verða partur av – skuldi seta kósina fyri hesum lívsvarandi  áhuga.

Seinni í 1970-unum keyptu tygum ein mikroovn í Onglandi – nógv undan øllum øðrum. Hetta sigur ikki so lítið um framskygni. Og somuleiðis tá fartelefonin kom til Føroyar, tá vóru tygum ein av teimum fyrstu, sum átti eina slíka. Longu tá visti tygum at siga familjuni, at ein dag fór at verða møguligt at kunna síggja tann, ein tosaði við. Ikki øll tóku hetta fyri fult tá – men Sámal Jákup fekst rætt. Jú sigast má, at tygum sóu longur fram enn nógv okkara.

Tygum, saman við konuni Elsa, sum doyði í 2022, bygdu saman eitt langt og ríkt lív. Heili 70 ár untust tykkum at verða gift og upplivdu tit at halda jarnbrúdleyp.

Saman fingu tit seks døtur, og ættarliðurin hava vaksið seg stór og eru ein vakur vitnisburður um eitt langt og ríkt lív: 17 eru abbabørn, og ikki minni enn 40 langabbabørn og  6 oldurabbabørn. Hetta má sigast at vera ein skattur, sum fáur fær.

Tygum byrjaði sum skipari, rættu inniløgumaður, sum fekst mangan døgurðan til húsa – og hetta líka til tygum vóru 93 ár.

Seinni vart tú lastbilførari fyri SEV, tú koyrdi rutubil, buss, skúlabørn og arbeiðsfólk til Mjørkadal. Altíð arbeiðssamur. Altíð til reiðar við eini hjálpandi hond.

Tó at aldurin nú kennist eitt sindur, eru tygum framvegis upp hvønn dag og luttekur í gerandisdegnum. Tygum hoyra ikki sum fyrr – men tygum eru her, og Sámal Jákup, tygum eru væl við.

Tygum hava verið ein undangongumaður, ein arbeiðsmaður, ein familjumaður, ein bygdarmaður og ja ein maður við framtíðarsjón. Jú sanniliga hevur Sámal Jákup livað eitt langt og ríkt lív  – og tygum hevur livað tað.

Eg má siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólki, hava útint. Í øllum hesum arbeiði, er stórur arvur lagdur eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heysta.

Tínum nærmastu hava tygum givið kærleika, tryggleika og fyrimyndir.

Og bygd tíni hava tygum givið menning, eins og Føroya land við tygum eru ríkaði við einum manni, sum hevur virkað við arbeiði, heilsu og hegni.

Vegna landsstýrið og vegna alt fólkið í Føroyum fari eg at siga tær hjartaliga til lukku við 100 ára degnum.

Eg fari at enda við seinasta ørindi úr vakrari sálminum eftir Mikkjal á Ryggi:

 “Tey, sum Guðs vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra víst. Guð gevi,
vit teljast millum tey”.

Somuleiðis fari eg at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld. Og enn einaferð hjartaliga til lukku við degnum, verður ynskt tygum og tygara avvarðandi og eg takki fyri meg.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum

Almanna- og mentamálaráðið

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.