Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Klaksvíkar kommunu um økið. Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar, tað verið seg akfør, viðfestivognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd.
Sambært grein 1 í Kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, sum seinast broytt við kunngerð nr.111 frá 7. september 2009, er ikki loyvt at lata órudd liggja og rekast á privatum uttandura øki.
§ 1. Órudd o.a. Ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekast. Bý- ella bygda(r)ráðið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein, meðan avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein.
Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um, at órudd og annað burturkast skal beinast til hóskandi stað, jvb. kunngerð um burturkast.
Er tilfarið ikki flutt burtur av økinum 18. nov. 2025, verður tað beint burtur uttan aðra ávaring fyri eigarans rokning og ábyrgd.
Eru ivamál í hesum sambandi, ber til at ringja til Klaksvíkar kommunu á tel. 410000 ella skriva eitt teldubræv til [email protected].
Klaksvíkar Kommuna
RSS Feed