Serbussar í sambandi við flutning úr Hvannasundi/Norðdepli til renning/gongd frá Ánunum
Tríggir bussar koyra frá Hvannasundi til Ánirnar (so fólk frá Viðareiði/Hvannasundi kunnu luttaka í gongd/renning uttan at taka bil suður um). Bussarnir koyra kl. 11.10 umvegis busssteðgiplássini báðumegin byrgingina í Hvannasundi/Norðdepli.
Serbussar í sambandi við hátíðarhaldið
Frá kl. 12.30 til umleið kl. 13.20 koyra tveir bussar pendulfart til/frá bussisteðgiplássunum báðumegin byrgingina í Hvannasundi/Norðdepli og koyra til nýggja tunnilsmunnan Hvannasundsmegin (við Toftá). Somuleiðis beint eftir hátíðarhaldið uml. Kl. 14.10 koyra bussar aftur pendulfart og seta fólk av við busssteðgiplássini báðumegin byrgingina í Hvannasundi/Norðdepli. Bussarnir koyra til umleið kl. 15.00.
Serbussar í sambandi við renning/gongd – flutningur aftur til Klaksvíkar
Í sambandi við renning/gongd koma tveir bussar at standa við tunnilsmunnan Hvannasundsmegin og koyra uml. kl. 14.10 til Klaksvíkar og seta fólk av við busssteðgiplássið við Biskupstorg.
Parkering av bilum í sambandi við hátíðarhaldið
Væntandi vera nógvir bilar til renning/gongd/súkkling og hátíðarhaldið og tí er týðandi, at bilar vera parkeraðir á støðini, ið síggjast á hesum myndunum og annars taka neyðug fyrilit til ferðslutrygdina. Landsverk vil ráða fólki til mest møguligt at brúka busssambandið frá Hvannasundi/Norðdepli.
Ferðsla í gomlu tunlunum – einvegis ferðsla norðureftir frá kl. 12.22
Kl. 12.15 er seinasta umfar/møguleiki fyri at koyra suður gjøgnum gomlu tunlarnar frá Hvannasundi og Árnafirði.
Frá kl. 12.22 er bert møguleiki at koyra einvegis norðureftir frá Ánunum og Árnafirði gjøgnum gomlu tunlarnar.
Kl. 13.15 er seinasta umfar/møguleiki fyri ferðslu norðureftir gjøgnum gomlu tunlarnar frá Ánunum og Árnafirði og hareftir vera tunlarnir stongdir.
Opið fyri almennari ferðslu í nýggju tunlunum
Umleið Kl. 14.10 verður latið upp fyri almennari ferðslu frá tunnilsmunnanum Hvannasundsmegin.
Umleið Kl. 14.20 verður latið upp fyri almennari ferðslu frá tunnilsmunnunum í Árnafirði og í Ánunum.
Roknað verður við nógvari ferðslu og heitt verður á bilførarar at sýna stórt varsemi og tol í sambandi við tiltakið.
Tíðindaskriv um sjálvt hátíðarhaldið er at finna her
Landsverk
Hósdagin 19. desember 2024 kl. 13:30 verður hátíðarhald í sambandi við at nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp.Talan er um ein nýggjan Árnafjarðartunnil á 1965 metrar og ein nýggjan Hvannasundstunnil á 2246 metrar, umframt nýggjar vegir í Ánunum, Árnafirði og omanfyri Norðtoftir móti Norðdepli/Hvannasundi á tils. 1,8 km.
Hátíðarhaldið verður kl. 13:30 við tunnilsmunnan Hvannasundsmegin (við Toftá) og tá kemur landsstýrismaðurin í samferðslumálum Dennis Holm at halda røðu, umframt heilsanir frá Katrin Næs, borgarstjóra í Hvannasunds kommunu, Jón Sigurdsson, stjóra í P/F Articon. Klaksvíkar hornorkestur spælir.
Tá snórurin er kliptur umleið kl. 14.10, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu og bjóðar Landsverk saman við Hvannasunds og Viðareiðis kommunu øllum til drekkamun í Skúlanum á Fossánesi, Fossávegur 27 í Norðdepli.
Áðrenn hátíðarhaldið verður í samstarvi við Treysti (felag fyri frælsan ítrótt í Norðoyggjum) og súkklufelagið Norðstrok høvi at renna/ganga og súkkla ígjøgnum nýggju tunlarnar. Renningin og súkklingin byrjar kl. 12.00 við tunnilsmunnan í Ánunum. Upphiting er í tunnilsmunnanum 15 min. áðrenn og er ikki neyðugt við tilmelding.
Nærri kunning kemur í vikuni um ferðsluviðurskiftini í økinum í sambandi við hátíðarhaldið og í sambandi við at gomlu tunlarnir stongja og nýggju lata upp. Skipað verður eisini fyri bussflutningi til/frá Hvannasundi/Norðdepli í sambandi við hátíðarhaldið og renningina.
Landsverk





RSS Feed