NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Opið bræv til landstýriskvinnuna í Almannamálum!

16/1/2025

Comments

 
Picture
Eg havi arbeitt á umsorganarøkinum í meiri enn 40 ár. Havi brent fyri at vera hjálp teirra hjálparleysu og rødd teirra málleysu. 

Síðani 2 mai í fjør havi eg kempa fyri at fáa rættvísi at valda í Almannaverkinum.

Persónslýsing:
Talan er um Lenu Askham, ið síðani 2 mai ótroyttiliga í skrift og talu hevur roynt at fingið avvarðandi mynduleikar at reagera uppá tað ógvusligu innrásina, ið fór fram á hennara arbeiðisplássið. 

• Eg havi møguliga ongan rætt at seta spurnartekin við hvat ovasta leiðsla ger móti mínum leiðara.. Men eg má hava rætt til at mótmæla í skrift og talu hvat neiliga ávirkan tað hevur havt á mítt arbeiðispláss og tey menniskju við skerdum førleikum, ið eg havi valt at hava umsorgan fyri. Og eg havi verið saklig allanvegin ígjøgnum. 
• Almannaverkið hevur eitt vakurt og sigandi slagorð: "Vit vilja gera mun"! Eg freistist at hugsa "Mun", í mun til hvat?
• Aftaná órógvanina 1 mai gjørdust fleiri starvsfólk sjúk og búfólkini kedd og stúrin. 
Hví skunda slíka alvorligar avgerðir ígjøgnum, heldur enn at kann alt gjølla fyrst??
Góðir 8 mánaðir er nú farnir og enn er ongin virðilig loysn at hóma. 
Ímynda tær hvat pengar og tár kundu verið spard um rætta handfaringin fór fram?!
• Tað verur ofta tikið til at øll skipanin er korrupt og vemmilig, men so langt vil eg nù ikki fara. Eg havi havt við fleiri dugnalig fólk nakað væl uppi í leiðslustiganum hjá Almannaverkinum at gera, sum veruliga hava hjarta á rætta stað.
Men so er tað tíverri eisini nøkur dugnalig, ið eru horvin, og eg undrist, Hví?
Tí frystir tú teir dugnaligu og hjartagóðu leiðarnar út, so er vandi fyri at meiningin: "Vit vilja gera mun", broytist til "missmun".
• Nógvar neiligar hendingar í Almannaverkinum hava verið frammi í miðlinum millum ár og dag men onki fær avleiðingar, og tað undrar meg!!
Tí, kemur ein óviti til at bróta ein rút ella taka eitt tyggigummi í einum handli so fær tað fylgjur, og barnavernin verur boðsend. 

Men at Almannaverkið jagstrar ein av teirra egnu; Leiðaran á Skálagarði so langt út á tromina, at viðkomandi má forsvara seg, fyri síðani at brúka forsvaringina til at koyra viðkomandi (útav) Tað sýnist ikki at fáa avleiðingar. 
Tað verur bara flutt uppá eindir og eindarleiðara so verur alt vónandi gloymt. 
• Alt skuldi blíva so nógv betri aftaná 1 mai, men enn síggi eg onga sjónliga broyting. 
Ongin sýnist seta spurnartekin við at ein so vælútgjørdur Depil ikki tekur fleiri búfólk inn. Og umlættingin sýnist vera steðga. Vónandi er grundin ikki tann at uppbyggingarfasan steðgaði 2 mai og niðurlagingin byrjaði ?!
• Henda 8 mánaðar gamla langdrigna handfaringin av mínum arbeiðisplássið, er nokk bygd á ein baktanka.  Tí, verur tílíkt drigið nóg leingi út, gerist eg sum starvsfólk forvirra og tey fáa betri ræði yvir mær. 

• Eftir mínum tykkið so skuldi Skálagarður verið sjálvsognarstovnur, við einum leiðara sum hevði ábyrd av øllum og ikki havt eindarleiðara yvir sær. So høvdu vit ikki verið í hesi støðu, har fyrrverandi eindarleiðari burturvísti mín leiðara. 
• Skálagarður hevur fingið ein fyribils leiðara, sum byrjaði 1 nov og vóni eg so inniliga at hann IKKI fær somu viðferð sum undanfarni. 
Fyribils leiðarin er sum eitt óskriva blað hjá Almannaverkinum. Hann burdi verið settur í starv 2 mai, í staðin fyri leiðslutoymi.
Tá hevði eg sum starvsfólk havt ein at venda mær til vvk tí forferduligu støðu vit komu í; Ein sum ikki hevði havt grund til at valt síðu áðrenn. Ein sum kundi valt at velja at práta við meg fyri at finna út av mínum dygdum og veikleikum, heldur enn at leita sær upplýsingar frá hægri leiðslu.
• Fekk skotið í skógvarnar til eina samtalu at mentanin á Skálagarði var sermerkt. Eg tosaði ov nógv við búfólkini um støðuna sum var íkomin og tað høvdu tey ikki gott av at vita. Ein strika skuldi setast í sandin og tíðin áðrenn 1 mai skuldi gloymast. 
Mín erfarin hevur tó víst mær at búfólkini gerast tryggari av at vita enn at gita.
Møguliga dámar Almannaverkinum betur Tøgnmentanina??

Eg eri ikki ill inn á leiðslubygnaðin hjá Almannaverkinum, eg havi mist virðingina. Og tað er nógv verri. 

Nú hevur so Almannamálaráðið eftir tógvið stríð, ógylda uppsøgnina hjá leiðarinum, men Almannaverki góðtekur ikki avgerðina og heldur á við forfylgingini ....

Góða Sirið. 

Tú hevur verið garantur fyri tey allar veikastu í fleiri ára 10, og eg kunnaði teg um støðuna beinanvegin hon uppstóð, við vón um eina virðiliga og skjóta loysn. Hatta er títt málsøkið og tín ábyrd. Sker í gjøgnum og set leiðaran aftur í starv. 
Fyribils leiðarin kann saktans fortseta sum vanligt starvsfólk, hann er dugnaligur við fleiri útbúgvingum, ið brúk er fyri á Skálagarði. 

Vh Lena Askham 

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.